Í morgun byrjaði Arktisk Festival 2023

Klokkan 10 í morgun varð hol sett á Arktis Festival 2023

Ragnar Sjúrðarson
4. november 2023 kl. 12:46

Arktisk Festival verður hildin á Norðurbryggjuni í hjartanum í Keypmannahavn hetta vikuskiftið.

Klokkan 10:00 í morgun lótu hurðarnar upp, og skráin er pakkað við tilfari líka til í morgin sunnudagin klokkan 16:00.

Føroyska sendistovan fer sjálvsagt at hava opið hesar dagarnar og fer at húsa sølubásum á 4. hædd á Norðurbryggjuni.

Alia Gurli fer at selja eyðkendu prýðislutirnar úr endurvunnum seyðahorni prýddir við sterlingsilvuri, blæðgull og leðri og altjóða viðurkenda Guðrun og Guðrun selur hondbundin pløgg í ymiskum sniði, litum og nýmótans dámi, skrivar Sendistova Føroya í Keypmannahavn á Facebook.

Øll skráin á Arktisk Festival 2023 sæst HER