Týska fótbóltssambandið: Tvørkynd avgera sjálvi hvar tey leika

Týska fótbóltssambandið hevur í dag boðað frá, at tað er upp til teir einstaku ei-tvískipaðu, tvørkyndu og millumkyndu leikararnar, hvørt teir ynskja at leika við kvinnum ella monnum í teimum lægru fótbóltsdeildunum í Týsklandi. Hetta er galdandi fyri amatør, ungdóms og futsaldeildirnar

(Mynd: EPA-EFE).
Kristian Waag Dam
23. juni 2022 kl. 14:42

Seinastu tíðina hevur nógv kjak verið í miðlunum um, hvørt tvørkyndir ítróttarfólk skulu kappast ímóti sínum lívfrøðiliga kyni ella hinum kyninum. Millum annað í USA hevur svimjarin, Lia Thomsen, sum kappast í ungdómsdeildunum í Amerika, verið nógv umrødd. Hon var fødd sum drongur, men byrjaði í 2019 uppá hormonviðgerð. Í dag kappast hon móti kvinnum, og hevur hon vunnið fleiri kappingar.

Hóast svimjing og fótbóltur er hvør sítt, so er ivamálið, hvørt tvørkynd skulu kappast móti sínum lívfrøðiliga kyni ella sokallaða “nýggja” kyninum, hitt sama. Í dag tók týska fótbóltssambandið, DFB, støðu til ivamálið.

Týska fótbóltssambandið hevur í dag boðað frá, at tað er upp til teir einstaku ei-tvískipaðu, tvørkyndu og millumkyndu leikararnar, hvørt teir ynskja at leika við kvinnum ella monnum í teimum lægru (óprofesionellu) fótbóltsdeildunum í Týsklandi. Hetta er galdandi fyri amatørdeildirnar, ungdómsdeildirnar og futsaldeildirnar.

Áðrenn týska fótbóltssambandið kom við hesi fráboðan, var tað upp til teir einstøku fótbóltsfelagsskapirnar kring landið at avgerða, hvørt tvískipaðu, tvørkyndu og millumkyndu leikararnar skuldu leika við kvinnum ella monnum.

Skipanin er galdandi frá komandi kappingarár.

Leys Størv