Ikki koyrandi millum fleiri bygdir

Landsverk boðar í morgun frá hálku og jarðroki, og tað er ikki koyrandi millum fleiri bygdir.

Savnsmynd
Steinar Patursson
13. mars 2023 kl. 08:41

Fitt av kava er lagstur í nátt, og nógvastaðni er nú ikki koyrandi millum bygdir.

Landsverk sigur í morgun, at tað er hált um alt landið, og at tað er nógv jarðrok.

Í Suðuroynni er ikki koyrandi millum Vág og Sumba og á Fámjinsvegnum. Tað er ikki koyrandi til eysturbygdirnar á Sandoynni. Tað er ikki koyrandi á Oyggjarvegnum. Tað er ikki koyrandi á Selatraðarvegnum, Gjáarvegnum, Elduvíkavegnum og Saksunarvegnum. Tað er bara eitt spor grivið millum Hvannasund og Viðareiði. Tað er koyrandi umvegis Sundalagið, men har er jarðrok og kann vera eitt spor í støðum.