Íløgur fyri 1,2 milliardir hanga í leysum lofti

Sjóvinnublaðið: Tríggir hátøkniligir og nýmótans verksmiðjutrolarar eru á veg í flotan, ein til hvørt av teimum trimum reiðaríunum, sum hava kvotur í Barentshavinum. Men útvið tveir triðingar av samlaðu kvotuni har er fingin í býti við russar, og slitnar tað samstarvið í heyst, er grundarlagið undir nýbygningunum at kalla burtur

- Eg má siga akkurát sum er, at eg havi als ikki roknað upp á tað, tí eg alla tíðina havi roynt at sannført meg um, at tað fer at finnast ein loysn á hesum, so at fiskivinnusamstarvið kann halda fram. Tað eri eg noyddur at trúgva. Vit hava onki alternativ, sum bara líknar botnfiskiskapinum í Barentshavinum, so fyri okkum verður tað ein búskaparlig vanlukka, um allur fiskiskapurin steðgar har, sigur Anfinn Olsen, reiðari á Akrabergi
Ingolf S. Olsen – PRESS
22. juni 2022 kl. 08:41

Tað fær svárar avleiðingar fyri føroyska barentshavsflotan, um Føroyar gera av at slíta fiskivinnusamstarvið við Russland orsakað av Ukraina-krígnum og tískil ikki fara at gera eina nýggja sínamillum fiskivinnuavtalu.

Enniberg hjá P/F Enniberg í Havn, Gadus hjá P/F JFK Trol í Klaksvík og Akraberg hjá P/F Akraberg, sum Sp/f Framherji í Fuglafirði eigur, sita á kvoturættindunum í Barentshavinum, og øll trý reiðaríini hava kontraktað spildurnýggjar og framkomnar verksmiðjutrolarar, sum allir verða latnir eigarunum sum restin av árinum líður.

P/F Havborg, sum er dótturfelag hjá P/F Enniberg, byggir eitt skip í Turkalandi, sum verður latið eigarunum seinni í ár. Skipið kostar umleið 400 milliónir krónur og verður bygt til rækjufiskiskap, men tað er eisini útgjørt til botnfiskiskapin í Barentshavinum. JFK Trol letur eisini sín nýbygning byggja í Turkalandi, tað skipið kostar eisini umleið 400 milliónir krónur, og talan er um ein nýggjan Gadus at seta beinleiðis inn fyri tann gamla fyri í fyrsta lagi at fiska kvoturnar í Barentshavinum. Nýggi Gadus verður liðugur um ársskiftið. Nýggi Akraberg, sum kostar 375 milliónir krónur, verður latin eigarunum longu 30. juni. Skrokkurin er smíðaður í Rumenia, men síðani er skipið liðugt bygt á skipasmiðjuni Vard í Noregi. Nýggja skipið kemur í staðin fyri verandi Akraberg.

Talan er sostatt um trý skip fyri tilsamans umleið 1,2 milliardir krónur, og grundarlagið undir bæði nýggja Akraberg og nýggja Gadus er í fyrsta lagið Barentshavið, og tað er tað í hvussu er partvíst eisini hjá nýbygninginum hjá P/F Havborg.

Ógvusligar avleiðingar
Okkurt um tveir triðingar av samlaðu botnfiskakvotuni í Barentshavinum er í tí russiska partinum, og tær kvoturnar hvørva, verður fiskiveiðusamstarvið við Russland slitið. Føroyar fáa harafturat nakað av rækjum í russiskum sjógvi, og seinastu árini hevur Arctic Viking fiskað tær.

Anfinn Olsen, stjóri í Framherja og reiðari á Akraberg, staðfestir, at tað fær ógvusligar avleiðingar fyri skipið og harvið alt reiðaríið, um bróðurparturin av kvotugrundarlagnum hjá nýggja Akraberg bara verður burtur.

- Eg má siga akkurát sum er, at eg havi als ikki roknað upp á tað, tí eg alla tíðina havi roynt at sannført meg um, at tað fer at finnast ein loysn á hesum, so at fiskivinnusamstarvið kann halda fram. Tað eri eg noyddur at trúgva.

- Vit hava gaman í eisini fiskað rækjur har uppi, og tað kunnu vit so royna aftur. Men tað sigur seg sjálvt, at ein íløga, sum táttar í 400 milliónir krónur verður ikki gjørd til rækjufiskiskap við tí kvotugrundarlagi, sum har er. Vit hava onki alternativ, sum bara líknar botnfiskiskapinum í Barentshavinum, so fyri okkum verður tað ein búskaparlig vanlukka, um allur fiskiskapurin steðgar har, sigur hann.

Skrokkurin til nýggja Akraberg er smíðaður í Rumenia, men skipið er liðugt bygt á skipasmiðjuni Vard við Ålesund í Noregi. Skipið verður handað eigarunum longu 30. juni

Óegnað til uppsjóvarfiskiskap
Verður fiskiveiðusamstarvið við russar kvett, so er tað í hvussu er ein hugsaður møguleiki, at flakatrolararnir í staðin fáa eyka uppsjóvarkvotu svarandi til tað, sum annars hevði verið latið russum í býti fyri botnfiskin í Barentshavinum.

- Tað hevði bøtt upp á støðuna, tí tað eru sjálvandi eisini virðir í tí, sum vit lata aftur fyri botnfiskin. Men hyggja vit at søguni, so er tað onki fiskarí, sum hevur verður so javnt sum tað í Barentshavinum. Og vit høvdu bara í ógvuliga avmarkaðan mun kunnað brúkt nýggja Akraberg at fiska uppsjóvarfisk. Tað er ein verksmiðjutrolari við frystilast, sum er ætlaður til fiskiskap eftir botnfiski. Eitt uppsjóvarskip hinvegin, sum skal frysta, skal fyri tað fyrsta hava nógv størri frystikapasitet, tí talan er um nógv størri tonsatal, sum verður fiskað, og fyri tað næsta, so mást tú eisini hava nógv størri skip, tá tú hevur so stóran frystikapasitet. Tí annars siglir tú inn og út alla tíðina.

- So nei, nýggja skipið er ikki eitt skip at dríva optimalan uppsjóvarfiskiskap við, og fyri okkum er tað tí heilt avgerandi, at vit framhaldandi hava eina avtalu við russar, sigur Anfinn Olsen.

Tvístøða
Hann skilir tó væl politisku tvístøðuna og eri eisini greiður yvir, at tað eru tey, sum hava hug at fýlast at honum og øllum øðrum, sum bara ditta sær til at nevna fíggjarligar og búskaparligar avleiðingar av so víttgangandi tiltøkum sum til dømis at siga upp eitt 45 ára gamalt fiskivinnusamstarv.

- Hetta er ein sera trupul støða, sum reisir nógvar spurningar, og tað eru spurningar, sum vit als ikki eru von við hava nakað við fiskivinnuna at gera. Eg trúgvi ikki at nakar her heima verjir Vladimir Putin, og álopið á Ukraina, men onkursvegna noyðast vit eisini at hugsa um tað, vit gera – hvørjum endamáli tænir tað, og hvønn skaðar tað í veruleikanum mest.

- Summi fáa tað at ljóða, at vit eru einsamøll um at hugsa um búskaparligar avleiðingar, men hygg at, hvat tey stóru londini í Evropa gera. Teirra handilssamstarv og fiskivinnusamstarv við Russland fyllir  ógvuliga lítið í mun til tann samlaða búskapin, men hjá okkum er tað ein ógvuliga stórur partur. Kortini eru tey ógvuliga neyv í teirra revsitiltøkum, at tey skulu nerva teirra egna búskap sum minst, sigur Anfinn Olsen.

Lurtar eftir norðmonnum
Hann hevur búð í Noregi, har hann las fiskivinnufrøði á Universitetinum í Tromsø, og hevur sjálvsagt havt nógv tilknýti til Noregs ígjøgnum virksemið í Barentshavinum. Tí fylgir hann eisini neyvt við, hvussu Noreg ber seg at í viðurskiftunum við Russland.

- Eg fylgi sjálvandi væl við, tí eg eri noyddur til tað, og um tú lurtar eftir, hvat norðmenn siga, so eru tað nøkur viðurskifti, sum teir ikki vilja draga upp í nakað, sum hevur við kríggið í Ukraina at gera. Eitt er tað, tey rópa Nordkalotten, og tá verður hugsað um fólkið, sum býr for har norðuri í Noregi og báðu megin markið við Russland, og samarnar. Her hava Noreg og Russland altíð havt eitt tætt mentanarligt og vinnuligt samstarv. Tað skal ikki nertast.

- Harafturat siga teir, at teir ikki vilja blanda Barentshavið upp í kríggið, og tað er galdandi, bæði tá tað ræður um fiskivinnu og gransking. Tí landa russar eisini framvegis fisk í Noregi. Argumentasjónin er, at tað jú hevði verið ábyrgdarleyst bara at hildið uppat at umsitið felags fiskastovnar, og londini bæði eru felags um allar fiskastovnarnar í Barentshavinum. Somuleiðis hava Noreg og Russland sum tey einastu londini í heiminum umfatandi virksemi á landi á Svalbard, og tað samstarvið skal eisini sleppa at halda fram, greiðir Anfinn Olsen frá.

Valdsstýrið er ikki fólkið
Reiðarin vísir eisini á, at ein aðaltáttur í norsku handfaringini av Ukraina-kreppuni alla tíðina hevur verið at halda fast um, at tað ikki er tað russiska fólkið, sum skal fordømast og revsast, men valdstýrið. Og russiska fólkið og valdsstýrið hjá Vladimir Putin er hvør sítt. Tað er eitt sjónarmið, sum fólkið, ið býr tætt at russiska markinum, sambært Anfinni Olsen eisini hevur.

- Norskt sjónvarp vitjaði herfyri í Fiskenes norðast í Noregi, og har prátaðu tey við fleiri av hesum feløgunum, sum standa fyri tí praktiska samstarvinum og samskiftinum, sum er ímillum russar og norðmenn í økinum. Tey vóru ógvuliga hart ímóti yvirhøvur at fordøma russarar, altso fólkið,  tí tey síggja soleiðis upp á tað, at russarar hava onki frælsi, og brýtur tú sum eitt frælst fólk samstarvið og samskiftið við eitt fólk, sum ikki hevur nakað frælsi, so gert tú ímóti fólkaræðisligum virðum, og tú gert ímóti norskum virðum, sigur Anfinn Olsen.

Eisini búskaparlig áhugamál
Ein kundi fingið tann illgruna, at norðmenn laga sína støðutakan og grundgevingarnar fyri henni soleiðis, at tað eisini tænir teirra búskaparligu áhugamálum, og tað ivast Anfinn Olsen heldur ikki í, at teir gera.

- Jú jú, tað gera teir, tí í so máta eru teir ikki øðrvísi enn eg sjálvur og onnur við. Norðmenn hava heilt vist eisini tað við í myndini, at tað eisini rakar teir sjálvar, um samstørv við russar verða brotin. Men grundgevingarnar, sum snúgva seg um virðing fyri menniskjanum, tí russiska fólkinum, verða ikki skeivar av tí orsøk, og míni egnu sjónarmið um alt hetta liggja rættiliga tætt upp at teimum norsku.

- Eg haldi sjálvur, at tað er øgiliga lætt at gera sær ymiskar niðurstøður, og við hesum krígnum hava vit eina øgiliga sterka lobby, tí Ukraina er ikki so langt burtur, og fólkið líkist okkum. Vit hava lættari við at identifisera okkum við ukrainar enn eitt nú við afganar. Men fara vit inn í tey grundleggjandi virðini, vit hava í okkum, so eigur hetta kríggið at reisa eins nógvar spurningar og kenslur í okkum og øll onnur kríggj. Tí at kríggj er kríggj, og kríggj er øgiligt, sigur Anfinn Olsen.

Sjófólkið er ein tjóð
Sum umboð fyri Føroya Reiðarafelag hevur hann drúgvar royndir at samráðast við russar um árligu fiskiveiðuavtalurnar, og út frá teimum veit hann eina søgu at siga, ið lýsir, hvussu russiska sjófólkið hugsar, og hvussu tað verður rakt, um tey verða avbyrgd og úthýst orsakað av blóðuga krígnum, ið Vladimir Putin og hansara harkalið føra í Ukraina.

- Fiskiveiðusamráðingarnar eru gjarna upp á skift í báðum londunum, og tá vit hava samráðst í Russlandi, hava teir ofta havt eitt umboð fyri teirra manningarfeløg við. Tá samráðingarnar so eru komnar undir land, spenningurin er umskapaður til gleði og gaman, so er tað komið fyri, at hetta umboðið fyri manningarfeløgini hevur reist seg upp og mint okkum á, at tað í veruleikanum sita tríggjar tjóðir, trý fólkasløg við borðið – russar, føroyingar og fiskimenninir.

- Eg skilti hetta ikki, men einaferð spurdi eg so ein av hesum monnunum, sum umboðaði fiskimenninar, hví teir søgdu hetta, at tað vóru tríggjar tjóðir við borðið. Og svarið gav mær veruliga okkurt at hugsa um, tí hann segði soleiðis: “Til fyri nøkrum fáum árum síðan, tá var tað vanliga, at vit mynstraðu í tvey ár umborð á einum skipi. Hvør var tá mín granni, hvønn prátaði eg við um leyst um fast, um hvar fiskurin var, og hvønn fór eg til, um eg kom í eina trongstøðu? Vit høvdu bara hvønn annan, og vit hjálptu hvørjum øðrum og vóru um hvønn annan.”

- Teir høvdu henda sterka felagsskapin umborð og sóu seg meira sum eina tjóð, ta longu tíðina, teir vóru mynstraðir umborð, enn bara sum arbeiðskammeratar. Nú eru útmynstringarnar hjá teimum styttri, men tær eru framvegis ofta munandi longri, enn vit eru von við. Hetta rann fram fyri meg, tá alt tosið um tiltøk ímóti russiskum skipum tók seg upp, tí við teimum høvdu við gjørt okkum inn á eitt fólk, eina tjóð, og valdshavararnir í Moskva høvdu helst ikki ein gongd lagt tað til merkis, sigur Anfinn Olsen.

Dimmalætting ætlaði eisini at gera samrøðu við reiðararnar hjá hinum báðum skipunum, sum fiska botnfisk í Barentshavinum. Hanus Hansen, sum umframt at vera stjóri í JFK og reiðari á Gadus eisini er formaður í Føroya Reiðarafelag, bar seg tó undan at gera samrøðu. Tað eydnaðist ikki at fáa fatur á Kaj Johannesen, reiðara á Ennibergi.

Fakta: Kvoturnar í russiskum og norskum sjógvi

Føroysku botnfiskakvoturnar í russiskum sjógvi lækkaðu við 13 prosentum ella tilsamans 2.760 tonsum í ár í mun til í fjør. Toskakvotan í russiskum sjógvi í ár er 15.356 tons ímóti 17.690 tonsum í ár, hýsukvotan er 1.343 tons ímóti 1.769 tonsum í fjør, men kvotan av flatfiski er óbroytt 900 tons.

Av russisku kvotunum sleppa føroysku skipini at fiska 3.790 tons av toski og 200 tons av hýsu í norskum sjógvi.

Afturfyri lata vit russum 75.000 tons av svartkjafti, sum er 7.000 tons minni enn í fjør, 13.300 tons av makreli, sum er 1.200 tons minni enn í fjør, og 9.200 tons av sild, sum er 800 tons minni enn í fjør.

Føroysku kvoturnar av botnfiski í norskum sjógvi eru hinvegin at kalla óbroyttar í ár samanborið við í fjør. Har eiga føroysku skipini 4.945 tons av toski, 1.100 tons av hýsu, 500 tons av upsa og 400 tons av øðrum fiskasløgum.

Norsku kvoturnar í føroyskum sjógvi eru nakað broyttar í ár í mun til í fjør. Kvotan av longu og blálongu er 3.000 tons, sum 500 tons meira enn í fjør, men brosmukvotan er hinvegin lækkað við 500 tonsum og er í ár 1.500 tons. Kvotan av øðrum fiskasløgum er óbroytt 800 tons. Makrelkvotan, sum Noreg fær frá Føroyum, er eisini óbroytt 6.600 tons.