Inflasjónin hækkar

Eftir at inflasjónin í eitt áratíggju hevur verið heilt lág og enntá eisini negativ, so hækkar inflasjónin nú aftur, ið millum annað merkir, at fólk fáa minni fyri sína løn. Inflasjónin er vaksið við 4,4 prosent frá fyrsta ársfjórðingi 2021 til fyrsta ársfjórðingin 2022

Sigurjón Einarsson
9. mai 2022 kl. 11:52

Eftir at inflasjónin í eitt áratíggju hevur verið heilt lág og eisini negativ, hækkar inflasjónin nú aftur. Tað er ikki einans í Føroyum, at hækkandi brúkaraprísir (inflasjón, red.) nú aftur ger um seg, men tað er galdandi í øllum heiminum.

Myndin niðanfyri vísir, at brúkaraprístalið, ið er eitt mát fyri inflasjónina, er vaksið við 4,4 prosent frá fyrsta ársfjórðingi 2021 til fyrsta ársfjórðingin 2022. Eisini sæst í myndini, at inflasjónin hevur verið hækkandi tað seinasta árið. Tað er ikki einans í Føroyum at inflasjónin nú aftur ger um seg, men í øllum heiminum. Serliga eru prísirnir á orku (olju og gass) hækkaðir nógv, men eisini matvørur, klæðir og samskifti er vorðið dýrari.

Hækkandi prísir hevur við sær, at fólk fáa minni fyri sína løn, sum aftur ger at vinnan kann koma at merkja ein lækkandi eftirspurning eftir vørum og tænastum. Hetta kann viðvirka til at tálma búskapin, men føroyski búskapurin var frammanundan væl fyri, og flestu føroysku húsarhaldini hava eitt gott fíggjarligt mótstøðuføri til at møta hesum stoyti. Givið er, at økta prísstøðið rakar øll, men harðast hjá teimum húsarhaldum, ið hava lágar inntøkur.

Tað skrivar Landsbankin millum annað í ársfrágreiðingini um fíggjarligt støðufesti 2021.

Serfrøðingar meta, at inflasiónin fer at minka um áhugan hjá fólki at brúka pengar, tí ein vanlig familja stendur til at fáa eina eyka rokning upp á umleið 20.000 krónur um árið.

Kríggið í Ukraina ávirkar
Í fyrstu atløgu mettu tjóðbankarnir, at økta inflasjónin bert var fyribils – orsakað av Covid-19. Covid-19 seinkaði vøruflutningin, eftirsum samfeløg vóru afturlatin og trot var á arbeiðsmegi.

Samstundis bar ikki til at ferðast sum vant í koronatíðini, og tað gjørdi, at eftirspurningurin broyttist til at eftirspyrja meira vørur heldur enn tænastur.

Men Landsbankin vísir millum annað á, at Covid-19 ikki er ein so stórur trupulleiki longur, men høga inflasjónin ger seg framhaldandi galdandi. Serliga eru tað prísirnir á olju og gassi, sum eru hækkaðir nógv. Tað gjørdu teir eisini áðrenn innrásina í Ukraina, men kríggið millum Russland og Ukraina hevur gjørt tað enn verri. Eisini er prísvøkstur at síggja á nógvum rávørum og matvørum; eitt nú hveiti.

Landsbankin skrivar eisini, at umframt syrgiligu støðuna í Ukraina er skiftið til grøna orku eisini við til at seta trýst á prísirnar. Um heimsins lond skulu náa málini fyri at leggja um til grøna orku, sum tey samtyktu í París-avtaluni frá 2015, skulu stórar íløgur gerast komandi árini í at leggja um til grøna orku. Fyri at stimbra um íløgurnar í grøna orku, verður mett at prísurin fyri CO2 útlát skal longur upp. CO2 prísir eru óbeinleiðis prísur fyri orku. Tess hægri CO2 prísur, tess meira átrokandi verður tað hjá vinnu og húsarhaldum at leggja um til grøna orku.

Til ber at lesa meira í ársfrágreiðingini hjá Landsbanka Føroya um fíggjarliga støðufestið 2021 her.

Kelda: Landsbanki Føroya