Inger Støjberg stovnar nýggjan flokk

- Eg havi avgjørt, at um eg skal aftur til Christiansborg, so skal eg eisini vera klár – og egna til -  at sita og samráðast við nøkrum av teimum menniskjum, sum sendu meg í ríkisrættin og tveittu meg úr fólkatinginum, sigur Inger Støjberg við Skive Folkeblad

Myndin er tikin í øðrum samanhangi. (Mynd: EPA-EFE).
Kristian Waag Dam
23. juni 2022 kl. 10:50

Danmarksdemokraterne

Seinastu tíðina hevur verið tutlað í krókunum um, at Inger Støjberg var í holt við at stovna ein nýggjan politiskan flokk. Í dag váttar hon hesi tíðindi fyri Skive Folkeblad.

Nýggi politiski flokkurin hjá Inger Støjberg eitur “Danmarksdemokraterne”. Sambært Inger Støjberg, so er nýggi flokkurin ikki ein mótmælisflokkur. Eftir ætlan skal borgarligt vit og skil vera í miðdepilinum í nýstovnaða flokkinum.

Sambært DR, sóknast Inger Støjberg eftir, at politikkurin í fólkatinginum eisini fevnir um útjaðarin í Danmark, millum annað á heilsuøkinum, men eisini í grøna orkuskiftinum.

Tað er næstan eitt hálvt ár síðan, at Inger Støjberg var útihýst úr Christianborg, tá meirilutin í fólkatinginum meti hana vera óverdiga sum fólkatingslim aftaná, at hon varð funnin sek í ríkisrættarmálinum móti henni. Hóast hetta metur Inger Støjberg, at hon er til reiðar at fara aftur til Christiansborg.

- Eg havi avgjørt, at um eg skal aftur til Christiansborg, so skal eg eisini vera klár – og egna til -  at sita og samráðast við nøkrum av teimum menniskjum, sum sendu meg í Ríkisrættin og tveittu meg úr fólkatinginum, sigur Inger Støjberg við Skive Folkeblad.

Ríkisrættarmálið

Inger Støjberg er fyrrverandi fólkatingslimur og næstforkvinna fyri Venstre. Haraftrat var hon eisini integrasjónsráðfrúa frá 2015 fram til 2019.

Í fjør kom Inger Støjberg fyri ríkisrættin í samband við avgerð, ið hon tók sum integratiónsráðfrúa um at skilja sundur pør, ið søktu um friðskjól í Danmark, men har annar ella bæði vóru undir 18 ár.

Í desembur í fjør varð hon funnin sek í ríkisrættarmálinum. Hon var dømd 60 dagar treytaleysa fongsulsrevsing.

Kristian Thulesen Dahl og neyðugu undirskriftirnar

Leysasøgur ganga í donsku fjølmiðlunum um, at fyrrverandi formaðurin í Dansk Folkeparti, Kristian Thulesen Dahl, møguliga fer at gerast partur av nýstovnaða flokkinum. Í eini samrøðu við Avisen Danmark, segði Inger Støjberg, at tann fyrrverandi formaðurin í Dansk Folkeparti er hjartaliga vælkomin í nýggja flokkin.

Fyrsta høvuðsuppgávan hjá nýggja flokkinum við Inger Støjberg á odda er, at savna tær 20.000 undirskriftirnar, sum krevst, fyri at flokkurin kann stilla upp á næsta fólkatingsvali, sum í seinasta lagi verður tann 4. juni næsta ár.

Leys Størv