Ongi úrslit

Innbrot í kaffistovu í Havn - og tjóvarnir fóru ikki tómhentir av stað aftur

Tjóvarnir hava stolið heilt fitt av øli og cider og løgreglan biðjur nú almenningin um hjálp

Áki Bertholden
11. sepember 2023 kl. 08:40

Í gjár varð ringt til løgregluni av eini kaffistovu í miðbýnum í Havn. Tey høvdu uppdagað, at hurðalásið inn í goymslun var brotið og at tjóvar høvdu stolið einar 10 rammur av øli og cider, ella tilsamans einar 240 øl og cider.

Løgreglan hevur kannað umstøðurnar, og tey leitaðu eisini uttanfyri við hundum, men tey vita ikki, hvørjir tjóvarnir eru.

Tí heitir løgreglan nú á almenningin um hjálp, so er tað onkur, sum hevur sæð nakað, ella sum veit um ølið og cidarin at siga, eru tey vælkomin at ringja 

Løgreglan sigur, at annars hevur verið stak friðarligt. Fyrrapartin í gjár varð ein maður tikin fyri at koyra við kenning í Eysturoynni. Hann varð steðgaður í vanliga eftirlitunum hjá løgregluni og tá ið førarin varð kannaður, og blásti í alkomátaran, sló hann út og tí er blóroynd tikin av manninum.

Mest lisið hesa vikuna

Hann stúrir fyri gongdini við útlendingum í Føroyum - nú skulu tøl á borðið

21. januar kl. 08:51

Debatindlæg: Svar til Sjúrður Skaale

Í gjár kl. 22:00

Montenegro tímdi ikki at spæla

20. januar kl. 18:44

Tað er óneyðugt at fara uttanlands fyri at uppliva muslimskan ágang

16 tímar síðan

Dekkar KvF yvir fólkadráp?

24. januar kl. 09:34

Sleppa ikki suður í kvøld

22. januar kl. 18:15