Innsavningin nógv tarnað hesa vikuna

Bæði IRF og Tórshavar kommuna boða frá, at ruskinnsavningin er nógv tarnað hesa vikuna vegna kavan

Sigurjón Einarsson
14. mars 2023 kl. 10:01

Nógvi kavin hevur við sær, at ruskinnsavningin er seinkað hesa vikuna.

Tað boða bæði IRF og Tórshavnar kommuna frá.

IRF skrivar á heimasíðu sínari, at húsarhaldsposar vórðu heintaðir í gjár, men at roknast kundi við, at nógvir posar fóru at standa eftir, um vegirnir ikki eru grivnir, um leiðin til ruskstativið ikki er ruddað fyri kava ella um stativið ikki fæst upp.

- Verður tín posi ikki heintaður, kanst tú seta tveir gráar posar út í komandi viku, ella tú kanst fara á kommunala endurnýtsluplássið við posanum hesa vikuna, skrivar IRF.

Vegna veður kann væntast, at innsavningararbeiðið verður nógv tarnað alla hesa vikuna.

- Vit vóna, at tit halda okkum til góðar og vísa starvsfólki okkara tolsemi, skrivar IRF á heimasíðuni.