Ongi úrslit

Inntøkurnar frá ferðavinnuni kunnu 10-faldast

Ólavur Waag Høgnesen
6 tímar síðan

Talið av ferðafólkum í Sandoynni er vaksið stórliga, síðani undirsjóvartunnilin bant oynna saman við meginøkinum, og harvið eru inntøkurnar frá ferðavinnuni í oynni eisini vaksnar. Stendur tað til Linjohn Christiansen, borgarstjóra í Skálavík, so eiga inntøkurnar frá ferðavinnuni at gerast fleirfalt størri. – Herfyri hoyrdu vit, at inntøkurnar frá samlaðu ferðavinnuni vóru 1,5 milliard í fjør. Men vit kunnu 10-falda inntøkurnar frá ferðavinnuni, sigur borgarstjórin í Skálavík.

Eitt annað slag av ferðafólki

Hann sissar meg straks og sigur, at ein tíggjufaldan av inntøkunum ikki merkir eina tíggjufaldan av ferðafólkatalinum. – Tey ferðafólkini, sum koma higar í dag, skapa inntøkur í gistingar- og matsøluvinnuni og hjá teimum, ið bjóða út ymiskar aðrar tænastur, og tað er gott, men vit mugu vera nógv meira ambitiøs, sigur borgarstjórin. Linjohn Christiansen heldur, at vit - myndugleikarnir, Visit Faroe Islands og lokaløkini - eiga at seta okkum fyri at fáa útlendsk ferðafólk hendan vegin, sum eru sinnað at gjalda fyri serstakar avbjóða­­ndi upplivingar í føroysku náttúruni.

Stórar íløgur og modernað lógarverk

– Hetta er eitt heilt annað slag av ferðafólki, sum vil gjalda fyri bergtakandi ræðandi upplivingar, men undir tryggum umstøðum, sum er kent frá t.d. The Huashan Cliff Walk í Kina, sigur borgarstjórin, ið nevnir vestursíðuna á Skúvoynni og Sandoynni sum dømi eins og Stíggin og Skálhøvda. Linjohn Christiansen sigur, at ein slík strategi fer at krevja eitt modernað lógarverk og stórar íløgur. Verður rætt atborið, so fara tær at kasta fleir­falt av sær aftur.

Bjóðar øllum at vera vælkomin

Borgarstjórin í Skálavík heldur, at Sandoyggin hevur longu sum er nógv at bjóða uppá, og hann bjóðar øllum at vera væl komin. Fyrr virkaði kunningarstovan mest sum eitt millumlið tey, sum leiga út og ferðafólk, men nú hon umskipað: – Nú vilja vit hava, at hon skal vera lokala lokomotivið í hesum at byggja ferðavinnuna í økinum upp, sigur Linjohn Christiansen, sum heldur, at eitt upplagt menningarøki er selja Føroyar sum ferðamannamál á vetri.

Mest lisið hesa vikuna

SEV roynir nýggja grøna orku í sjónum

3. juni kl. 19:00

Nýbygningur hjá Smyril Line fekk stóran skaða undir royndarsigling

5. juni kl. 11:00

Ávara ímóti piparkornum tí heilsuskaðilig evni eru í teimum

3. juni kl. 10:55

Sextortion móti monnum og dreingjum vaksur

3. juni kl. 18:00

Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu

4. juni kl. 16:05

Sera lítil vandi fyri at smittan kemur til Føroya

5. juni kl. 19:25