IRF: Hans Anders Jacobsen nýggjur formaður

Kommunuvalið í fjør hevur tað við sær, at nevndin hjá interkommunala renovatiónsfelagsskapinum skal mannast av nýggjum. Tað er hent á aðalfundinum, sum hevur verið í dag og fimm av seks limum eru nýggir

Sveinur Tróndarson
21. apríl 2021 kl. 15:43

Hans Anders Jacobsen av Strondum er nýggjur nevndarformaður í IRF.

Tað var avgjørt, tá felagsskapurin hevði aðalfund í dag.

Tá kommunuval hevur verið, er vanligt, at nevndin í IRF verður broytt, tí sessurin í felagsskapinum er ofta ein partur av politisku samráðingunum eftir kommunuvalið. Og so eru eisini nøkur, sum av einari ella aðrari orsøk ikki halda fram í kommunustýrunum, og so kunnu tey heldur ikki sita í nevndini hjá IRF.

Hesaferð eru fimm nýggir nevndarlimir í interkommunala renovatiónsfelagsskapinum.

Tey eru Gunvá við Keldu, úr Klaksvík, Hans Anders Jacobsen, av Strondum, Olaf Müller, úr Kvívík, Jóanis Albert Nielsen, í Sandavági og Alvi Mortensen, av Tvøroyri. Umframt tey er eisini Bjarki Henriksen í nevndini, og hann er tann einasti sum heldur fram úr gomlu nevndini.

Nýggja nevndin er vald fyri tey næstu fýra árini, skrivar IRF í einari stuttari fráboðan.