Ísland er á gosi

Við sigri ímóti Egyptalandi í kvøld tóku íslendingar stórt fet fram ímóti fjórðingsfinaluni

Jonhard Hammer
22. januar 2025 kl. 23:06

Tað var toppdystur, tá ið Ísland í kvøld dystaðist við Egyptaland, sum hevur verið roknað at vera ein at størstu avbjóðarunum hjá Danmark og Fraklandi í HM kappingini í hondbólti.

Egyptaland varð roknað at vera favorittur, men tað var Ísland, sum legði bragdligari fyri, og íslendingar hugdu ongantíð afturum seg.

Ísland var støðugt á odda. Í hálvleikinum var støðan 13-9, og úrslitið var 27-24, eftir at leiðslan tveir minuttir undan leikloki var 27-22.

Aftur í kvøld var Viktor Gísli Hallgrímsson sannur knassi millum stólparnar, og úti á vøllinum sást einki til, at íslendingar eru farnir at troyttast soleiðis, sum teir ofta hava gjørt, tá ið teir í undanfarnum endaspølum eftir stuttari tíð hava spælt fleiri dystir.

Viggo Kristjánsson var toppskjútti við níggju málum, og Aron Pálmarsson skoraði átta mál.

Breiddin á íslendska liðnum kennist vera størri, enn hon ofta hevur verið.

Ísland hevur 6 stig og fulla úrtøku í bólki 4 í miðumfarinum, og Kroatia, Slovenia og Egyptaland hava 4 stig. Fríggjakvøldið hittast Ísland og Kroatia, og tá hevur Ísland møguleika at tryggja sær pláss í fjórðingsfinaluni.

Egyptaland og Slovenia, sum í dag vann 34-23 ímóti Argentina, hittast fríggjakvøldið.

Í miðbólki 3 var tað stórur dramatikkur hjá bæði Norra og Svøríki.

Sviar vóru vónbrotnir eftir 37-37 javnleikin ímóti Portugal. Svøríki hevði møguleika at skora sigursmálið, men tíðin var farin, áðrenn bólturin fór í netið.

Norðmenn stórfegnaðust eftir 25-24 sigurin ímóti Spania. At dysturin millum Svøríki og Portugal endaði javnur ber við sær, at Norra framvegis hevur møguleika at vinna seg í fjórðingsfinaluna.

Portugal hevur 5 stig, Svøríki og Brasil hava 4 stig, Spania hevur 3 stig, og Norra hevur 2 stig.

Fríggjadagin eru dystirnir hesir: Spania – Portugal, Svøríki – Brasil, Egyptaland – Slovenia og Kili – Norra.

 

Úrslit í dag

Kuba – Bahrain 26-39

Slovenia – Argentina 34-23

Brasil – Kili 28-24

USA – Japan 27-25

Kap Verde – Kroatia 24-44

Svøríki – Portugal 37-37

Egyptaland – Ísland 24-27

Norra – Spania 25-24