Ísland livir í vónini

HM í hondbólti: Stóra takið á vegnum ímóti fjórðingsfinaluni verður fríggjakvøldið at vinna ímóti svensku vertunum

Mynd: mbl.is
Jóannes Hansen
18. januar 2023 kl. 18:48

Íslendingar  eru í Göteborg, har teir í Scandinaviumhøllini í kvøld spældu fyrsta dystin í millumumfarinum í HM kappingini í hondbólti.

Mótstøðuliðið var Kap Verde, sum hevur staðið seg frægari, enn tað kanska varð rættað, men sum tað ikki varð roknað við fór at hava nakran møguleika ímóti Íslandi í kvøld.

Tað vísti seg eisini, at Ísland var ov stórur biti hjá Kap Verde, sum tó leingi fylgdi væl við. Hálvleiksstøðan var 18 – 13 til Ísland, og í seinna hálvleiki øktist munurin, so úrslitið varð 40 – 30. Kap Verde fór tíðliga at spæla við sjey ímóti seks í álopspartinum, og í seinna hálvleiki bar hetta við sær, at Ísland skoraði nógv løtt mál.

Tá ið Ísland í innleiðandi umfarinum tapti ímóti Ungarn, eftir at Ísland leingi var greitt á odda, varð funnist at íslendska venjaranum Guðmundi Guðmundsson, tí hann mest sum alla tíðina hevði somu spælarar á vøllinum, og at hesir troyttaðust so mikið at tað kostaði sigurin.

Í kvøld fingu nógvir av eykamonnunum hjá Íslandi møguleikan. Harvið sást, at íslendski venjarin ikki bara hugsaði um at vinna í kvøld, men at hann eisini hugsaði um stóru uppgávuna, sum bíðar fríggjadagin, tá ið mótstøðuliðið verður HM favorittarnir úr Svøríki.

Í kvøld hevur nógv tos verið um endan á uppgerðini millum Portugal og Brasil. Tá ið 60 minuttir vóru farnir, vísti máltalvan 28 – 27 til Portugal. Portugisarnir vóru í sigursdansi, tá ið dómararnir bríkslaðu fyri brotskasti til Brasil, tí teir mettu, at Portugal fá sekund undan leikloki hevði framt brot, sum ásetingarnar siga, skal bera brotskast við sær, tá ið so lítil tíð er eftir. Brasil umsetti brotskastið til mál og 28 – 28, og so vóru tað brasiliumenn, sum vóru í sigursdansi í fagnaði um eitt stig, meðan portugisar stóðu sum slignir á nevið.

Í dag

Iran – Slovenia 21 – 38

Chile – Saudi Arabia 26 – 23

Portugal – Brasil 28 – 28

Frakland – Montenegro 35 – 24

Kap Verde – Ísland 30 – 30 (13 – 18)

Ísland: Viktor Gísli Hallgrímsson (M), Björgvin Páll Gústavsson 2   (M). Sigvaldi Björn Guðjónsson 6, Viggó Kristjánsson 5, Óðinn Þór Ríkharðsson 5, Janus Daði Smárason 5, Elliði Snær Viðarsson 4, Ómar Ingi Magnússon 3, Gísli Þorgeir Kristjánsson 3, Aron Pálmarsson 2, Bjarki Már Elísson 2, Elvar Ásgeirsson 1, Kristján Örn Kristjánsson 1, Hákon Daði Styrmisson 1, Ýmir Örn Gíslason, Arnar Freyr Arnarsson

 

Í kvøld kl. 19.30

 Spania – Pólland

Svøríki – Ungarn

Uruguay - Suðurkorea