Ísland ynskir at gerast kanningarstova fyri Pfizer

Ísland roynir í løtuni at yvirtala Pfizer til at fáa fleiri skamtar við at gerast ein kanningarstova fyri heilivágsframleiðaran

Sigurjón Einarsson
16. januar 2021 kl. 09:00

Í hesum døgum eru íslendingar í samráðingum við Pfizer um at fáa somikið nógvar skamtar av koppingarevninum móti koronu, so at øll tjóðin kann koppsetast skjótari.

Samráðingarnar, sum sambært íslendskum miðlum hevur varað í góðar tríggjar vikur, inniber, at Pfizer framskundar teirra veiting av nógv eftirspurda koppingarevninum til okkara grannar fyri vestan. Afturímóti kann Ísland virkað sum eitt stórt feltstudium fyri framleiðaran.

Ísland er áhugavert fyri Pfizer

Við sínum umleið 360.000 íbúgvum, so er oyggjasamfelagið – við sínum vælskipaða og nýmótans heilsuverki – á nógvar mátar ein fullkomin kanningarstova fyri Pfizer, sambært íslendskum heilsumyndugleikum.

Tá Pfizer/BioNTech hava gjøgnumført tær tríggjar umfatandi og krevjandi royndirnar, áðrenn koppingarevnið kann góðkennast av heilsumyndugleikunum kring heimin, so er síðsta royndin eftir, sum er kend sum fasu fýra, at koppingarevnið av álvara verður tikið í brúk, har tann endaliga ávirkanin og møgulig hjáárin verður staðfest.

Í hesum sambandi er Ísland áhugavert, tí har hava tey kortlagt yvir helvtina av arvamassanum hjá øllum íslendarum, takkað verið granskarin Kári Stefánsson og hansara biogenetiska felag, DeCode Genetics.

Tí meta íslendarar, at Pfizer hevði fingið eitt meira raffinerað og gjøllari innlit í, hvussu koppingarevnið virkar á ymiskar fólkabólkar við ymiskum biologiskum bakgrundum, sum hevði verið ómetalig góð vitan hjá felagnum at fáa breitt sítt koppingarevni út til restina av heiminum.

Ísland og Noreg, sum bæði standa uttanfyri ES-samarbeiði, hava valt at vera partur av innkeypspakkanum hjá ES, við tí viðurkenning, at smá lond hava trupult við at gera avtalur við teir stóru framleiðararnar.