Íslendingar keyptu SMS fyri 467 milliónir

Ein partur er goldin kontant, ein partur er goldin í partabrøvum og ein partur er, at íslendingar yvirtaka eina skuld í SMS

Áki Bertholdsen
28. november 2024 kl. 11:45

Fyrr í morgun skrivaðu vit, at nú hava íslendingar endaliga keypt føroysku sølumiðstøðina, SMS. Hagar sigur, at tilsamans er keypsprísurin 467 milliónir krónur.

Tað vóru feløgini NM Holding hjá Niels Mortensen, og Farcod hjá Mortani Johannesen, sum áttu hvør sína helvt í SMS.

Í hesum sambandi hevur Hagar goldið 267 milliónir av keypsprísinum kontant, men so fáa fyrrverandi eigararnir í SMS. eisini 13.867.495 partabrøv í Hagar og tey eru verd 60 milliónir. Sostatt verða teir millum 15 teir stóru partaeigararnir í íslendska handilsrisanum.

Og harumframt yvirtekur Hagar eisini skuldina í SMS upp á 140 milliónir. Yvirtøkudagurin er 2. desembur og tá verður SMS ein fullgyldugur partur av Hagar-samtakinum.