Íslendingar rokna við møguleikanum

HM hondbóltur: Í kvøld verður mótstøðan hjá Íslandi so stór, sum tað ber til at ímynda sær, tá ið svensku HM favorittarnir vera mótstøðuliðið

Mynd: mbl.is
Jóannes Hansen
20. januar 2023 kl. 16:38

Tað eru nógvir íslendingar í Göteborg saman við hondbóltslandsliðnum, sum í kvøld fer at stríðast fyri at vinna seg í fjórðingsfinaluna í HM kappingini í hondbólti.

Higartil hevur tað gingið væl hjá íslendingum, tá ið sæð verður burtur frá svipsaranum, sum tað var, tá ið Ísland eftir sannførandi avrik í 45 minuttir heilkiksaði fram ímóti endanum og so tapti ímóti Ungarn.

Í kvøld fer Ísland at spæla ímóti HM favorittinum Svøríki, ið er á heimavølli í Scandinavium.

Svøríki hevur 6 stig, og Ísland hevur 4 stig. Svøríki hevur bestu kortini á hondini at vinna bólkin, og Ísland hevur 4 stig. Tvey tey bestu liðini vinna seg víðari í fjórðingsfinaluna, og umframt Svøríki eru tað Portugal og Ísland, sum kappast um at vinna seinna plássið í HM fjórðingsfinaluni.

Seinnapartin í dag vann Portugal 35 – 23 ímóti Kap Verde, og nú hevur Portugal 5 stig fyri 4 dystir. Portugal skal í síðsta umfari spæla ímóti Svøríki, meðan Ísland umframt ímóti Svøríki í kvøld skal spæla ímóti Brasil, sum hevur 3 stig fyri tríggjar dystir.

-Vit hava ofta spælt ímóti fýra teimum bestu hondbóltstjóðunum í heiminum, og vit hava fleiri ferðir megnað at vinna ímóti teimum. Vit vita eisini, at um tað skal eydnast, so skulu vit spæla so væl, sum vit yvirhøvur megna, og tað verður neyðugt í kvøld ímóti Svøríki, sum higartil í kappingini hevur víst fínt spæl bæði í verju og álopi, og sum millum stólparnar eigur ein tann besta í hesi kappingini, sigur Aron Pálmarsson, sum er liðformaður á íslendska landsliðnum.

Fyrsta bríksl millum Svøríki og Ísland verður klokkan 19.30.

Í dag vann Spania 31 – 26 ímóti Slovenia, og tað ber við sær, at Spania hevur tryggjað sær pláss í fjórðingsfinaluni.