Video: Íslendska troyggjan er ein illusjón

Tann íslendska troyggjan, ið skriðaði nakað so illa, tá mann var barn, finst ikki. Tað sigur kendur danskur mótamaður, sum roynir at læra sínar landsmenn um veruligu søguna um “den islandske sweater”

Sigurjón Einarsson
14. januar 2021 kl. 12:52

Hvussu ofta hava vit føroyingar ikki himmlað við eygunum, tá danir hava tosað um tí fantastisku “islandske sweater” í krimirøðini “Forbrydelsen”, har Sofie Gråbøl er í eini føroyskari skipstroyggju, ið Guðrun & Guðrun hevur sniðgivið.

Men nú hevur kendi danski mótamaðurin Torben Grunwald, ið hevur skrivað fleiri bøkur um móta, sett sær sum mál at læra danir um veruligu søguna um føroysku troyggjuna, sum bleiv til "den islandske sweater".

- Íslendska troyggjan er bert ein fantasi! Hon kemur úr Føroyum, sigur hann.

Í gomlum donskum tíðarritið frá 1902 stendur at lesa, at:

 “Af Faarets Uld lave Færingerne deres Tøj og de bekendte uldne Trøjer, der forhandles i Danmark under det urigtige Navn »islandske Trøjer«”.

Mistakið stavar trúliga frá tí stóra danska felagnum Islandsk Kompagni, ið sigldi til Føroya og Íslands. Teir grovu ulltroyggjurnar, sum felagið lastaði í Havn, áðrenn heimferðina úr Íslandi til Danmarkar, gjørdist til íslendsku troyggjuna í Keypmannahavn og restina av Danmark.

Soleiðis kunnu vit gjøllhugsa um lítlan smálut, ið bleiv almenna hugsanin, heldur hann.

Tann nýggja tjóðartroyggjan er eisini ein illusjón

Men tað verður verri enn fyri tann erna íslendingin: Heldur ikki nútímans íslendska troyggjan, ein lopapeysa, við tí eyðkenda kraganum, er íslendsk. Hon hermir eftir einum norskum bindingarmynstri frá 1930. Í byrjanini av 1950-unum innfluttu íslendingar mynstrið og lótu hareftir sum um, at tað var teirra egna mynstur.

Soleiðis liggur landið, soleiðis er veruleikin. Tann íslendska troyggjan er bert ein fantasi! Ein illusjón, sigur Torben Grunwald, ið nýliga hevur skriva bókina “STIL BESTÅR”, har hann millum annað skrivar um mistakið við “islandske sweater”.

Her er eitt videobrot hjá Torben Grunwald um hetta evnið: