Italia evropameistari

Eftir bæði longda leiktíð og brotssparkskapping fekk Ongland nevan frá Italia, sum jarðaði enska It's coming home-dreymin, og nú fer til Italia við fyrsta EM-steypinum í 53 ár.

Katrin Erlendsdóttir
11. juli 2021 kl. 22:57

Ongland fekk eina flúgvandi byrjan, tá Luke Shaw við kontrolleraðum skoti setti bóltin í netið, áðrenn tveir minuttir vóru leiktir. Og so var alt Wembley á gosi.

Leikliga var Ongland eisini omaná og hevði tamarhald tað mesta av fyrra hálvleiki, hóast italska liðið hevði bóltin nógv. Fleiri mál komu tó ikki, og málmøguleikar at skriva heim um vóru ikki ordiliga har.

Í seinna hálvleiki byrjaði Italia nógv betur og fekk stýrt spælinum. Eftir at hava trýst frammanfyri málið í eina løtu, skoraði Leonardo Bonucci fyri Italia í 67 minutti, og so var javnleikur. Eftir málið í seinna hálvleiki gjørdist spælið javnari aftur, og tað var týðiligt, at hvørki av liðunum vildu tapa dystin, sum tí bleiv til umdyst aftaná 1-1 í vanligari leiktíð. Aftaná kunnu vit kanska siga, at tað var eitt mistak av Onglandi at leggja seg aftur at verja í so stóran mun, sum teir gjørdu. Tí teir hava góðar áleyparar, sum kundu skapt væl meira, um spælið ikki var so verjukent.

Fyrri hálvleikur í longdu leiktíðini var javnur við eitt sindur av spæli aftur og fram. Tað sama kann sigast um seinna hálvleik. Einstakir málmøguleikar vóru, hóast teir ikki vóru av teimum størstu. Tó má sigast, at enski venjarin vísti nógv sjálvsálit, tá hann seinastu minuttirnar gjørdi tvær sera offensivar útskiftingar fyri at fáa leikarar inn at skjóta brotsspark í brotssparkskappingin løtu seinni.

Tað løgna var so, at bæði Rashford og Sancho, ið vórðu innskiftir, brendu brotsspark síni. Men av tí at Italia eisini brendi tvey brotsspørk, skuldu fleiri skot til, og tá enski Saka brendi trijða skotið hjá liðnum, gjørdist Italia landið, sum fekk stóra EM-steypið heim við sær hesaferð. Hetta er fyrstu ferð í 53 ár, at Italia er evropameistari.

'It's going to Rome' bleiv sostatt veruleiki, meðan enska fólkið enn einaferð má bíða eftir at teimum stóru heitunum í altjóða fótbólti.