Ivana Trump er deyð

Hildið verður, at fyrrverandi konan hjá Donaldi Trump datt í trappunum

Ivana og Ivanka Trump í 1998. Mynd: EPA
Steinar Patursson
15. juli 2022 kl. 10:15

Ivana Trump, fyrrverandi konan hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum, Donald Trump, er deyð, 73 ára gomul.

Ivana Trump, sum varð fødd í Kekkoslovakia í 1949, giftist við Donald Trump í 1973, og saman við Donald Trump átti hon børnini Donald Jr., Ivanka og Eric Trump. Ivana og Donald Trump fóru hvør til sítt í 1992.

Sambært BBC heldur løgreglan í New York, at Ivana er møguliga deyð av einum óhappi. KEldur hjá BBC vilja vera við, at hon var funnin uttan vit nærhendis trappunum í húsum hennara í New York, og hildið verður tí, at hon møguliga er dottin.

- Hon var ein fantastisk, vøkur, og ótrúlig kvinna, sum livdi eitt stórt og inspirerandi lív, skrivar Donald Trump á sosiala miðli hansara, Truth Social.