Jacob Haugaard misbrúktur sum barn í Føroyum

Í heimildarfilminum “Tosse-Jacob”, ið verður vístur á TV 2 Charlie og TV 2 Play í kvøld, avdúkar skemtarin og hálvi føroyingurin eitt loyndarmál, sum hann hevur borið síðan sín barndóm

Sigurjón Einarsson
7. desember 2021 kl. 11:25

"Det' hammer hammer fedt", ljóða tey kendu orðini frá Jacob Haugaard, sum er føddur 12. mai 1952 á Tvøroyri, men handan litríka og lívliga mannin goymur seg eitt myrkt loyndarmál.

Tað er eitt loyndarmál, hann letur upp fyri í heimildarfilminum “Tosse-Jacob”, ið verður sendur í kvøld, týskvøldið klokkan 19.45 føroyska tíð á TV 2 Charlie og á TV 2 Play.

Sum upptakt til heimildarfilmin, hevur TV 2 skrivað eina longri grein um 69-ára gamla skemtaran, sum, eftir at hava verið misbrúktur sum barn, endaði í misbrúki av alkoholi og stoffum, ið vardi í fleiri ár, har hann flýggjaði inn í rúsin. Nú letur hann upp fyri sínum sálarløstum, hann fekk sum barn, sum hann royndi at flýggja frá.

Jacob Haugaard avdúkar, at tað var ein familjulimur í Føroyum, ið gjørdi seg inn á hann, tá hann var í summarferiu her heima.  

– Vit vóru har í tríggjar mánaðar uttan okkara foreldur, so hann hevði frítt spæl. Eg var hansara sjeikur, kann ein siga. Hann neyðtók meg ikki, men tað var kynslig kíning. Hann føldi upp á meg, greiðir hann frá í heimildarfilminum.

Hann greiðir eisini frá, at hann royndi at siga mammu síni frá hesum, men tað rein ikki við.

Jacob Haugaard, sum bæði er tónleikari, skemtari, listamaður, fyrrverandi politikkari – og seinast eisini hevur roynt seg sum dansara í “Vild med dans” kemur ikki inn á, hvør familjulimurin er, sum gjørdi seg inn á hann, men hann lýsir tað sum blóðskemd.

Ágangurin vardi í fleiri ár, avdúkar Haugaard:

– Eg var samkyndur til eg var 12 ár. So helt tann føroyski maðurin, at eg var ov gamal.

24 tímar í Føroyum

Kona hansara, Ilse Wilmot, eggjaði honum í 1989 til at konfrontera hendan mannin, sum hevði gjørt seg inn á hann. Jacob samlaði sær mót og avgjørdi at ferðast til Føroya við eittans einum endamáli: At konfrontera mannin og fyri at fáa frið í sál og sinnið.

Í heimildarfilminum greiðir Jacob Haugaard frá, at hann ofta hugsaði soleiðis:

– Eg ynskti at drepa hann. Tað var eitt undur, at eg ikki gjørdi tað, greiðir hann frá.

Jacob Haugaard fór til húsini hjá sínum skemmara, har hann konfronteraði hann:

– Tú tókst fyrsta mussin frá mær, tú tókst alt tað, ið skuldi vera spennandi fyri ein drong, segði Jacob við hann.

Hann gjørdist sera bilsin, tá skemmarin vardi seg við, at tað heldur ikki hevði verið lætt fyri hann, minnist Jacob Haugaard aftur á.

Tað var ikki tann reaktiónin, hann hevði væntað sær. Hann stóð eftir við einari kenslu av, at nú hevði hann sagt tað, hann skuldi siga. Har var ikki meira at heinta. Tí fór hann avstað aftur.

Jacob Haugaard var bert 24 tímar í Føroyum, og meðan hann sat og drakk snaps saman við sínum trímenningum, greiddi hann teimum frá, hví hann var komin til Føroya, men teir reageraðu heilt øðrvísi, enn hann hevði væntað. Teir byrjaðu at flenna.

– Tað var løtan, ið bjargaði mær, tí tú skalt vera ein yvirliva. Tú skalt ikki vera eitt offur. Tað eru eingi menniskju, sum tíma eitt offur.

Men konfrontatiónin gav ikki róð í sinnið, sum Jacob hevði ferðast til Føroya eftir. Heldur gekk tað skeiva vegin. Alkoholmisnýtslan gjørdist verri og dagligdagurin skramblaði saman, og hetta mundi eisini kosta honum hjúnabandið. Men ein túrur á viðgerðastovni á Falster – saman við einum seinasta møguleika frá konuni – gjørdist bjargingin, hóast tað mangan ikki var lætt.

– Fyrstu árini sum edrúur kundi eg ikki ynskt mínum ringasta fígginda. Eg var leingi í iva um, hvat tað heila snúði seg um, greiðir hann frá.

Tað bleiv lættari við tíðini, og nú er tað 29 ár síðan, at Jacob Haugaard hevur rørt dropan.

Skemmarin, ið er umrøddur í greinini, livir ikki meira, skrivar TV 2.

Heimildarfilmurin “Tosse-Jacob" verður vístur í kvøld, týskvøldið, klokkan 19:45 føroyska tíð á TV 2 Charlie og TV 2 Play.