Jakob Ellemann-Jensen má hála stikkaran úr í eina tíð

Danski verjumálaráðharrin hevur havt nógv um oyrini í seinastuni. Sambært honum sjálvum má hann taka ein steðg um tað ikki skal enda galið

Ragnar Sjúrðarson
6. februar 2023 kl. 19:30

Verjumálaráðharrin og formaðurin í Vinstra, Jakob Ellemann-Jensen, fer í sjúkrafarloyvi og tað er óvist nær hann kemur aftur til arbeiðis.

Tað skrivar hann á Facebook í kvøld.

Sjúkrameldingin kemur eftir at hann í síðstu viku fekk eitt dánilsi, sum sendi hann á sjúkrahúsið.

- Eg havi altíð verið typan, sum røkir síni ting, og tí var eg uppsettur uppá at koma aftur til arbeiðis sum skjótast. Men nú nakrir dagar eru farnir, má eg sanna, at eg ikki eri klárur, skrivar hann.

Sambært Ellemann hevur hann sum flokksformaður og verjumálaráðharri havt nógv at gera gjøgnum longri tíð.

- Nú sendur mín kroppur eitt signal um, at tað er uppá tíðina at taka ein steðg, um tað ikki skal enda galið. Tað fari eg at lurta eftir.