Jákup fer til Eiðis
EB/Streymur hevur skrivað sáttmála við nýggjan hjálparvenjara og málmansvenjara
Jóannes Hansen
26. november 2024 kl. 21:39
Søgan úr EB/Streymi í kvøld er, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við nýggjan hjálparvenjara.
Tað er Jákup Mikkelsen, sum nú verður hjálparvenjari og málmansvenjari hjá EB/Streymi. Sigfríður S. Clementsen heldur fram sum venjari.
Jákup Mikkelsen hevur A-venjaraútbúgving, og hann hevur nógvar royndir sum venjari, hjálparvenjari og málmansvenjari.
Vit eru sera spent uppá samarbeiðið og gleða okkum at síggja teg í Hólmanum á Eiði komandi ár, skrivar EB/Streymur.