Jákup Mørkøre aftur formaður fyri NORA

Í sínum triðja formansskeiði hyggur Jákup Mørkøre fram móti tíðini eftir koronualheimsfarsóttina og eini ráðstevnu, har fokus verður sett á ferðavinnugreinina eftir eitt tíðarskeið við koronu

Sigurjón Einarsson
13. januar 2021 kl. 11:15

Á nevndarfundi hjá NORA í desember varð Jákup Mørkøre valdur til formann fyri NORA. Hann loysir norsku Lenu Merete Søderholm av.

Jákup Mørkøre er ráðgevi í fiskivinnumálaráðnum, har hansara ábyrgdarøki er at vera samskipari fyri gransking og menning, ið stuðlar nýskapan í fiskivinnuni, bæði av praktiskum grundum við stuðli til royndarfisking, men eisini við stuðli til rannsóknarverkætlanir.

- Hetta er triðju ferð, at eg seti meg við borðendan í NORA, og eg síggi fram til eitt spennandi ár, sum sjálvandi, ein part av árinum enn verður merktur av Covid-19 alheimsfarsóttini. Eg síggi eisini fram til ráðstevnuna, ið NORA hevur tikið stig til, har fokus verður á ferðavinnugreinina í koronaeftirtíðini, sigur hann.

Jákup Mørkøre er spentur uppá, at meira fokus verður rættað móti grønu umleggingini. Hann væntar sær eisini nógv av royndarverkætlanum, ið NORA stuðlar. Eisini vónar hann, at NORA fer at fáa fleiri umsóknir frá nýskapandi fólki í økinum, ið NORA varar av.

Jákup Mørkøre er útbúgvin evnaverkfrøðingur og hevur arbeitt bæði í privatu vinnuni í Føroyum, men eisini í fiskivinnumálaráðnum. Hann hevur sitið í nevndini hjá NORA síðani 2006 og tók við sum formaður 1. januar í ár.

Norðurlendska Atlantssamstarvið er ein felagsskapur undir økispolitiska samstarvinum hjá norðurlendska ráðharraráðnum. Grønland, Ísland, Føroyar og Strandarnorra eru við í felagsskapinum.