Jákup Sverri hevur gjørt kanningar av brislingi

Ekkókanningar av brislingi á Skálafirði og Tangafirði eru gjørdar við Jákup Sverra í tíðarskeiðinum 22.-24. apríl 2021

Sigurjón Einarsson
6. mai 2021 kl. 14:40

Brislingur var at síggja mest sum allastaðni, har dýpið var meir enn umleið 25 metrar. Tað var heldur meira av brislingi at síggja á Tangafirði enn á Skálafirði.

Um dagin sást brislingurin í smáum torvum nær botni og sum størri stimar uppi í sjónum. Støddin á fiskinum, sum stóð niður móti botni, var blandað, mest tvey ára gamal fiskur, meðan skriftin, sum sást upp móti vatnskorpuni, var smáur ársgamal brislingur.

Í skýmingini lyfti brislingurin seg upp frá botni og loystist heilt upp í vatnsúluni.

Eingin lodna var fingin á túrinum, og sostatt er lodnan, sum var fingin í kanningunum fyri einum ári síðani, ikki at síggja í ár. Tó var lodna fingin fyrr í ár á yvirlitstrolingunum á Landgrunninum, so óvist er, hvar hon er farin.

Túrfrágreiðingin kann lesast her.

Kelda: Jan Arge Jacobsen/Havstovan