Japanska fiskivinnufyritøkan Nissui er vorðin limur í North Atlantic Pelagic Advocacy Group (NAPA), sum arbeiðir fyri at fáa strandarlondini at semjast um eina burðardygga býting og umsiting av makrel-, svartkjaft- og sildastovnunum í Norðuratlantshavi.
Tað hendir, meðan lond sum Bretland og ES framvegis ikki hava megnað at gera eina varandi semju um býtið av makrelinum, hóast samráðingar framvegis eru í gongd. Tað skrivar heimasíðan The Grocer.
Vaksandi altjóða trýst
Nissui er ein av størstu fiskivinnufyritøkunum í Japan og hevði í fjør eitt rakstrarúrslit, sum fór upp um 1,6 milliardir krónur. Sambært felagnum eru pelagisku fiskastovnarnir í Norðuratlantshavi týdningarmiklir fyri altjóða matveitingarketuna.
Eftirspurningurin eftir makreli úr Norðuratlantshavi er eisini vaksin í Japan, tí japanski makrelstovnurin er minkaður seinastu árini. Samstundis er svartkjaftur ein týðandi rávøra til laksafóður, og Japan er ein stórur innflytari av laksi.
Sambært NAPA sendir innlimanin hjá Nissui eitt greitt signal um, at ósemjan um pelagisku fiskastovnarnar ikki longur bara er ein norðuratlantiskur trupulleiki, men eitt altjóða mál.
Makrelveiðan framvegis undir trýsti
NAPA vísir á, at veiðan eftir bæði makreli og svartkjafti framvegis er ósambærilig við tilmælini frá fiskifrøðingum.
Bretland, Noreg, Føroyar og Ísland samdust um eina 48 prosent lægri makrelveiðu í ár. Kortini er hetta framvegis væl omanfyri niðurskurðin upp á 70 prosent, sum ICES hevur mælt til.
Samstundis er eingin sekslandaavtala komin í lag við ES og Grønland.