Japanski sendiharrin opnar filmsfestival í Kongshøll

Leygardagin og sunnudagin verður ókeypis filmsfestivalur í Kongshøll, har japanska sendistovan í Keypmannahavn og Setrið eru vertir

Manabu Miyagawa, sendiharri, og Chik Collins, rektari, seta filmsfestivalin leygardagin (Mynd: Brynhild Thomsen)
Brynhild Thomsen - setur.fo
17. august 2022 kl. 09:45

Um vikuskifti verður spennandi og afturvendandi mentanartiltak á skránni, tá japanska sendistovan í Keypmannahavn bjóðar føroyingum at koma í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn at síggja japanskan film. Og ein føroyskan.

Filmsfestivalurin byrjar klokkan 13:00 leygardagin, tá Chik Collins, rektari á Fróðskaparsetrinum, og Manabu Miyagawa, sendiharri, fara at seta stevnuna.

Manabu Miyagawa hevur havt eina serstakliga spennandi bakgrund, og hansara starvsleið røkkur úr London og ES til Moskva og New York, umframt nógvar aðrar spennandi millumstøðir í altjóða diplomatatisku skipanini.

Her Sketchbook

Fyrsti filmurin á skránni eftir setanina verður sýndur klokkan 13:10 leygardagin. Hetta er Her Sketchbook hjá Masaya Ozaki frá 2017.

Filmurin snýr seg um Mami, sum sjáldan fer út, síðani hon fall frá í skúlanum. Hon flýggjar frá veruleikanum við at gloyma seg burtur á kamarinum, sum er á tremur við bókum og teknirøðum, og har eftirger hon yndirfigurar sínar - manga, sum hesin japanski stílurin kallast. Pápin, Eisuke, hevur altíð verið so bangin um hana, síðani hann skiltist frá mammuni.

Ein dagin hevur pápin skaffað Mami eitt partíðararbeiði, har hon skal royndarkoyra videospøl fyri at finna villur og brek í telduvørunum hjá fyritøkuni. Hon tekur av og hugsar, at hon við hesum sleppur at halda fram at avbyrgja seg. Men so varnast starvsfelagi hennara, Ryotaro, hvussu evnarík Mami er við tekning.

Nú fær hon samband við nýggj fólk, og Mami roynir at taka nøkur fet út í ein nýggjan heim. Men eftir í so mong ár at hava hermt eftir verkum hjá øðrum, er hon ikki før fyri at skapa sítt egna.....

Her er eitt brot úr Her Sketchbook.

Ride your wave

Næsti filmurin á skránni leygardagin klokkan 15:15 eitur Ride your Wave. Hetta er filmur hjá Masaaki Yuasa.

Hinako er ein genta, sum elskar at skreiða á brimfjøl, og hon flytir til ein bý við strondina. Eftir ein eldsbruna hittir hon Minato, sum er sløkkiliðsmaður. Men ein dagin, tá Minato er farin einsamallur á brimfjøl, druknar hann. Minato kemur tó aftur til Hinako í skapi av vatni. Meðan øll onnur koma til sættis við deyða Minato og halda fram á leið, verður Hinako bundin av anda hansara.

Eitt brot úr Ride Your Wave er her.

The Past is Always New, The Future is Always Nostalgic: Photographer Daido Moriyama

Hetta er søgan um ein fotograf, sum dokumentaristurin Gen Iwama gjørdi í 2019. Hann verður sýndur leygardagin klokkan 17.

Daido Moriyama er 81 ára gamal og enn virkin listamaður. Í umrøðuni av filminum siga tey, at hann helst er mest merkisverda og seinasta ordiliga karismatiska menniskja í fotografiheiminum. Hann hevur fingið hópin av altjóða heiðurslønum, m.a. The Infinity Award for Lifetime Achievement frá International Center of Photography í New York í 2012 og Hasselblad Foundation International Award in Photography í 2019. Hann er elskaður og virdur fyri sín heilt sermerkta stíl.

Hesin dokumentarurin, sum kallast Fortíðin er altíð nýggj, framtíðin er altíð nostalgisk, fylgir Moriyama, sum eisini verður róptur kongur, tá tað ræður um at taka snarmyndir á gøtuni. Og í filminum sært tú, hvussu hansara list verður skapt.

Síggj klipp úr filminum her.

Trøllabeiggi

Fyrsti filmur á skránni sunnudagin klokkan 13 er Trøllabeiggi, sum Gudmund Helmsdal gjørdi í 2020.

Einaferð í Føroyum fyri langari tíð síðani stríddust tveir einsligir brøður fyri at bjarga garðinum hjá familjuni og sambandinum sínámillum eftir at hava mist eldra bróðurin.

Síggj eitt brot úr Trollabeiggja her.

Osaka Hamlet

Sunnudagin klokkan 13:30 verður Osaka Hamlet hjá Fujiro Mitsuishi sýndur.

Filmurin er bygdur á eina manga við sama navni, sum varð útgivin av Manga Action í 2005 og 2006, og sum hevur fingið fleiri heiðurslønir.

Hetta er ein hjartanemandi søga um nøkur púra vanlig fólk, sum búgva í miðbýnum í Osaka, og teirra gerandislív og stríð.

Round Trip Heart

Yuki Tanada gjørdi hendan filmin í 2015, sum verður vístur í Kongshøll sunnudagin klokkan 15:30.

Talan er um ein "road movie". Hachiko arbeiðir sum tokterna í Romantiska tokvogninum, men hevur ikki sjálvsálit sjálv til at finna kærleikan. Umborð hittir hon ein illgrunasaman ferðamann, sum sigur seg vera filmsframleiðara. Hann sær av óvart eitt bræv frá fremmandagjørdu mammuni, og hetta hevur við sær eina ferð gjøgnum Hakone fyri at finna mammu hennara.

Sí filmsbrot her.

10 Years with Hayao Miyazaki

Klokkan 17:10 sunnudagin sleppa vit at síggja ein meistara arbeiða.

Víðagitni japanski leikstjórin, Hayao Miyazaki, sum mong børn og vaksin í Føroyum munnu kenna sum skaparan av Chihiro í framúrskarandi animatiónsfilminum, Spirited Away, loyvdi einum dokumentaristi at fylgja sær í sínum arbeiði.

Hetta er fyrsti partur av fýra, sum fylgja Miyazaki í 10 ár, og sum NHK World Japan Documentary hevur framleitt.

Her síggja vit Miyazaki droyma fram sínar karakterir og søgugongdir, sum endaðu við metsølufilminum, Ponyo on the Cliff by the Sea.

Talan er um eitt eksklusivt høvi at sleppa tætt at meistaranum, sum verður sagdur at vera fremsti leikstjórin í Japan.

Hesin parturin eitur Ponyo is Here.

5 Centimeters per Second

Seinasti filmurin á japanska filmsfestivalurin í Kongshøll verður sýndur klokkan 18 og eitur 5 Centimeters per Second. Shinkai Makoto gjørdi hann í 2007.

Takaki og Akari eru bestu vinir, meðan tey ganga í barnaskúla saman, men tá skúlin er liðugur, endar sambandið. Tíðin gongur, og kenslurnar hvør fyri øðrum verða sleptar í fortíðini. Men so ein vetrardag skal Takaki hitta Akari aftur. Meðan hann situr í tokinum á veg úr Tokyo fyri at hitta hana aftur, minnist Takaki aftur á mangt, sum var. Og sohvørt, sum hann nærkast Akari, uppliva vit tríggjar søgur, sum eru sínámillum bundnar saman: søgur um kærleika og mist sakloysi. 

Sí klipp úr filminum her.

Øll eru hjartaliga vælkomin í Kongshøll á japanska filmsfestivalin leygardagin og sunnudagin 20. og 21. august.

Og so verður eisini japanskt saké og munnbitar at fáa bæði kvøldini eftir sýningarnar klokkan 19.

Ein skrá at prenta út er her.