Javnleikur í rokmiklum dysti

Tólv mál hjá Filip Jojic var ikki nóg mikið til at vinna á Neistanum

Dan Lamhauge
11. oktober 2020 kl. 22:40

Sjógvarnir hava ikki lagt seg aftur enn, eftir rokmikla dysti á Hálsi í dag, tá oddaliðið Neistin tók ímóti VÍF. VÍF var á odda 16-15 í hálvleikinum. Tað gekk eisini javnt á í seinna hálvleiki, og tá sett varð á seinasta minuttin, skoraði Andrias Eriksen sítt sjeynda mál, og legði VÍF á odda 35-33. Men Neistin er oddalið. Seinasta minuttin megnaðu teir at skora tvey mál, so dysturin endaði við javnleiki 35-35.

Dysturin er tó ikki liðugur enn. Í seinna hálvleiki kom rættiligur dramatikkur í. Fyrst var langur steðgur í, tí dómaraborðið varð gjørt vart við, at eitt mál hjá Neistanum ikki var komið við á máltalvuni. Eftir drúgvan steðg í spælinum, varð hetta rættað, og Neistin fekk sítt mál. 

Og í seinastu løtu verða vestmenningar forðaðir í at geva bóltin upp,  og teir meta seg at eiga brotskast. Dómararnir lata tó spælið koyra, og so fór tíðin.

Eftir dystin hevur VÍF kært um ivasama málið, sum Neistin fekk.

Í Kollafirði var eisini ein javnur dystur leiktur. Har møttust KÍF og H71. Í hálvleikinum stóð á jøvnum 11-11. Í seinna hálvleiki høvdu hoyvíkingar munin, og vunnu at enda 24-22. 

Neistin er enn fremst í BURN deildini menn. Teir hava nú níggju stig fyri fimm dystir.