Javnstøðunevndin: Orðaskiftið ávirkar

Alt ov ofta verður ábyrgdin skumpað yvir á tann, sum er fyri ágangi, heldur enn á brotsmannin, sigur Javnstøðunevndin í eini yvirlýsing

Sigurjón Einarsson
19. mai 2022 kl. 17:50

Javnstøðunevndin kemur í dag við eini yvirlýsing, har felagsskapurin vísur á, at alt ov ofta verður ábyrgdin skumpað yvir á tann, sum er fyri ágangi, heldur enn á brotsmannin.

Hetta skrivar Javnstøðunevndin í samband við, at ein myndamappa av kvinnum verður deild á netinum, har myndirnar bæði kunnu vera stolnar ella tiknar uttan samtykki.

Javnstøðunevndin skrivar soleiðis í yvirlýsingini:

"Seinastu dagarnar hava fleiri DJARVAR kvinnur greitt alment frá um, hvussu skaðandi og skemmandi tað kennist at vera offur fyri talgildum ágangi. Sum vit hava hoyrt, kunnu myndirnar vera bæði stolnar ella tiknar uttan samtykki

Hóast talgildur ágangur ikki er nakað nýtt, taka vit enn ikki avleiðingarnar í nóg stórum álvara.

Hetta sæst, um vit fylgja orðaskiftinum um nakinmyndir og samtykki. Alt ov ofta verður ábyrgdin skumpað yvir á tann, sum er fyri ágangi, heldur enn á brotsmannin. Miðlarnir raka við síðuna av, tá teir sipa til at ungar kvinnur skulu ansa sær, áðrenn teir varpa ljós á tann veruliga trupulleikan.

Hetta styrkir kynsfatanirnar, at kvinnur eiga at skikka sær væl, meðan menn onga ábyrgd hava. Soleiðis er orðaskiftið við til at legitimera talgildan ágang.

Vit noyðast at gevast at tvíhalda um, at kvinnur skulu vera “góðar”, og í staðin lata brotsmannin standa til svars. So koma vit eitt fet nærri javnstøðu".