Jenis av Rana: Fyrst verður fólkaskúlalógin broytt – síðan verða námsætlanir tillagaðar

Landsstýrismaðurin við skúlamálum, Jenis av Rana, sigur, at tað er hugsandi at nógv av tí, ið fer at verða broytt í fólkaskúlalógini, fer at hava ávirkan á námsætlanirnar, og tí gevur tað lítla meining at brúka nógva orku upp á at gera námsætlanir út frá eini gamlari fólkaskúlalóg

(Mynd: Uttanríkis- og mentamálaráðið)
Sigurjón Einarsson
10. august 2022 kl. 11:51

Nám hevur í eina tíð arbeitt við at dagføra námsætlanirnar til fólkaskúlan. Um somu tíð situr ein arbeiðsbólkur og arbeiðir við at endurskoða fólkaskúlalógina. Roknað verður við, at fyrstu tilmælini frá arbeiðsbólkinum, sum arbeiðir við tillagingum og broytingum í fólkaskúlalógini, verður lagt fyri tingið í heyst. Í ólavsøkufrágreiðingini hjá løgmanni, Bárði á Steig Nielsen, segði hann eisini, at miðað verður ímóti at dagføra fólkaskúlalógina, so hvørt sum arbeiðið verður liðugt.

Jenis av Rana, landsstýrismaður við skúlamálum, heldur, at fyrr enn fólkaskúlalógin er endaliga endurskoðað, og ætlaðu tillagingarnar og broytingarnar viðgjørdar og samtyktar, eigur ikki at verða farið í dýpdina í arbeiðinum at endurskoða námsætlanirnar.

- Tað er hugsandi, at nógv av tí, ið fer at verða broytt í fólkaskúlalógini, fer at hava ávirkan á námsætlanirnar, og tí gevur tað lítla meining at brúka nógva orku upp á at gera námsætlanir út frá eini gamlari fólkaskúlalóg. Eg havi stórar vónir til arbeiðið, sum arbeiðsbólkurin, ið endurskoðar fólkaskúlalógina, ger, og somuleiðis til arbeiðið, ið Nám ger við at endurskoða námsætlanirnar, sigur landsstýrismaðurin við heimasíðuna hjá Skúlablaðnum.

Hóast Nám hevur fingið uppgávuna at gera ein leist fyri nýggju námsætlanirnar, so hevur Føroya Lærarafelag víst á, at arbeiðið at endurskoða námsætlanirnar eigur ikki at verða fíggjað av játtanini til fólkaskúlan.

- Tá ið fólkaskúlalógin er broytt og samtykt, og arbeiðið at endurskoða námsætlanirnar veruliga tekur dik á seg, so verða pengar settir av til uppgávuna. Tað sigur seg sjálvt, at tað nyttar lítið at gera so stórt arbeiði at broyta fólkaskúlalógina og so ikki seta pengarnar av, sum skulu til. Viljin er har, sigur Jenis av Rana.

Sernámsøkið
Í ólavsøkufrágreiðingini segði løgmaður eisini, at ein óheft kanning er sett í verk av sernámsfrøðiligu tænastunum í fólkaskúlanum. Henda kanning er partur av eini størri ætlan, har miðað verður ímóti, at arbeiðið at endurskoða fólkaskúlalógina gongur hond í hond við arbeiðið at tryggja sernámsfrøðiliga økið.

Kelda: Skúlablaðið