Jenis: Vit høvdu ikki blandað okkum í avgerðini

Tað verður funnist at arbeiðsviðurskiftum í Katar í samband við fyrireikingar til HM-endaspælið har í 2022. Skuldi tað hent set, at Føroyar vann sær luttøku til endaspælið, so hevði landsstýrið latið tað verið upp til FSF at tikið støðu til eitt boykott av HM-endaspælinum

Sigurjón Einarsson
14. januar 2021 kl. 11:25

Skuldi tað hent seg, at føroyska A-landsliðið í fótbólti vann sær luttøku til HM-endaspælið, so fer føroyska landsstýrið ikki at eggja FSF til at boykotta endaspælið, sum Katar er vertur fyri í 2022.

Bæði Amnesty International og Human Rights Watch hava funnist hvassliga at trælalíknandi arbeiðsviðurskiftir hjá gestaarbeiðarum í Katar.

Landsstýrismaðurin við mentamálum, Jenis av Rana, sigur, at viðurskiftini høvdu verið kannaði, um so var, at Føroyar vann seg í endaspælið.

- Um tað hendi, so høvdu vit sett okkum í samband við myndugleikarnar í Katar, og fingið greiðu á hesum málinum. Men í høvuðsheitum høvdu vit ikki blandað okkum í avgerðina. Tað hevði verið upp til FSF at avgjørt, sigur Jenis av Rana landsstýrismaður, ið varðar av ítróttinum í Føroyum.

Um umleið tvey ár fer nógv umtalaða HM-endaspælið í gongd. Í nógvum londum hevur dúgliga verið kjakast um, hvørt tað er rætt ella ei at taka lut í einum endaspælið, har landið, sum er vertur fyri endaspælinum, ikki megnar at lúka alskyns mannarættindi.

Eisini í Danmark hevur hetta kjakið verið frammi. Hjá DBU hava tey tann hugburð, at boykott kemur bert uppá tal, um Fólkatingið hevði tikið avgerð um tað. Fyrr í vikuni varð danski mentamálaráðharrin kallað í samráð hesum viðvíkjandi, har hon skuldi svara, um danska stjórnin fór at leggja trýst á fyri einum boykotti.   

Men tað er, at síggja til, ikki støðan.

- Stjórnin ynskir ikki at spenna ítróttin fyri ein politiskan vogn, har vit skulu avgerða, um vit skulu luttaka ella ikki. Tann metingin og avgerðin má liggja hjá ítróttarfeløgunum, sigur danski mentamálaráðharrin, Joy Mogensen, sambært Ritzau.

Føroyar og Danmark eru í sama bólki í undankappingini til HM-endaspælið í 2022, har hini liðini eru Eysturríki, Skotland, Ísrael og Moldova.

Fakta um Katar:

Katar liggur á tí arabisku hálvoynni við Persaraflógvan. Landið er blivið millum tey ríkastu í heiminum av olju og gassi.

Katar hevur, sambært CIA Wold Factbook, umleið 2,3 milliónir íbúgvar – av hesum eru umleið tvær milliónir gestaarbeiðarar.

Human Rights Watch hevur tosað við 93 gestaarbeiðarar í Katar, ið siga frá grovum dømum um vánaliga løn og neyðarslig lívskor. Niðurstøðan er greið: Katar hevur ikki livað upp til tær rættingar, ið landið hevur bundið seg til.

Katar er vertur fyri HM-endaspælið í 2022. Landið hevur áður verður vertur fyri HM fyri fótbóltslið í 2019, HM í frælsum ítrótti í 2019, HM í hondbólti í 2015 og HM í súkkling í 2016.