Jens Berthel Askou gevst í HB

HB kunngerð á heimasíðu síni, at venjarin, sum í fjør vann greipuna við felagnum, hevur tikið við øðrum avbjóðingum

Sveinur Tróndarson
4. januar 2021 kl. 12:49

Tað verður ikki við Jens Berthel Askou, at HB fer at royna at endurvinna meistaraheitið og steypakappingina, sum felagið vann í ár.

Tað kunngerð HB á heimasíðu felagsins fyri lítlari løtu síðan.

Í stuttari fráboðan sigur felagið, at Jens Berthel Askou hevur fingið annað venjarastarv, og tískil skal besta lið felagsins hava nýggjan venjara.

- Vit eru sjálvsagt hørm um at missa høvuðsvenjaran, men samstundis errin av at tað arbeiði Berthel hevur gjørt í okkara felag, vekir ans aðrastaðni. Vit takka Berthel fyri alt, og ynskja honum bestu eydnu, nú enn størri avbjóðingar liggja fyri framman, skrivar HB á heimasíðuni.

Felagið er farið í holt við at finna nýggjan venjara, og felagið boðar eisini frá, at kunnað verður nærri, so skjótt sum hetta er komið uppá pláss.