Jens Berthel tekur við í Horsens

Danski venjarin hjá HB skiftir føroysku landskappingina út við eitt starv í Superliguni, har hann millum annað skal venja Hall Hansson

Sveinur Tróndarson
4. januar 2021 kl. 14:33

Tað verður Horsens, sum fær gleði av arbeiðsorkuni hjá Jens Berthel Askou, sum hevur sagt seg úr starvi í HB.

Tað hevur Dimmalætting fingið váttað frá væl vitandi keldum, og tað rør danska blaðið BT eisini framundir á heimasíðu síni í grein, sum er kunngjørd fyri lítlari løtu síðan.

Tað var um middagsleitið í dag, at Havnar Bóltfelag kunngjørdi, at felagið skal hava nýggjan venjara, tí Jens Berthel Askou, sum kláraði at vinna greipuna við felagnum fyrsta árið hann var í Føroyum, hevur sagt seg út starvinum, tí hann hevur fingið nýtt venjarastarv í Danmark.

Føroyameistararnir vilja ongar viðmerkingar gera, og tað vil Horsens heldur ikki, men Dimmalætting hevur kortini fingið váttað frá álítandi keldum, at tað er felagið hjá Halli Hansson, sum fær gleði av venjaraevnunum hjá Jens Berthel Askou.

Tað skrivar danska blaðið BT eisini á netinum fyri løtu síðan. Har stendur, at miðilin veit, at Jens Berthel Askou tekur við í Horsens, hóast eingin í felagnum har heldur vil vátta tíðindini.

Horsens hevur bara fingið seks stig í 13 dystum, og tað eru níggju stig minni enn Vejle, sum hevur 15 stig. Men av tí, at danska kappingin verður avgjørd við niðurflytingarspæli, er ikki óhugsandi, at tað ber til at bjarga lívinum í deildini.

Horsens hevur ongan venjara havt síðan felagið fyrst í desember segði Jonas Dal úr starvi, tí úrslitini ikki hava verið nøktandi. Longu tá uppsøgnin var veruleiki, var HB-venjarin millum teirra, sum var upp á tal, men tað var hjálparvenjarin hjá Brøndby, Martin Retov, eisini.

Nú er so greitt, at tað verður greipuvinnarin, sum skal venja Horsens og Hall Hansson.