

Í gjárkvøldið deildi, Jens Rói Sørensen, eina sólskinssøgu á sínum Facebook vanga, sum ikki minnir sørt um sunnudagsskúlasøguna, um tann góða hirðan og tað burturvilsta lambi. Trongisvingurin, Jens Rói Sørensen, varnaðist í gjárkvøldið, at eitt tveir daga gamalt veðurlamb var burtur. Lambið, ið var komið undan eini tvílembu var lítið og veikt. Tað hevði regnað illa um dagin og tískil fór Jens Rói at vita, hvussu stóð til hjá lombunum um kvøldið.
Tá varnast hann at annað av lombunum hjá tvílembuni manglaði. Jens Rói leitaði allastaðni hann kundi. Hann gekk trøðna oman og niðan, men einki lamb kom afturíaftur. Hugtungur gekk hann oman ímóti bilinum, men á veg oman kemur honum til hugs, hvussu teir á haruveiðu kanna haruholur: teir brúka telefonina til at taka eina mynd við blits inn í holuna fyri at síggja inn á botn. Á trøðni eru nakrar veitur sum renna undir jørð, har nøkur fá hol í vøllinum eru niður. Jens Rói tók myndir av holunum, eins og teir nýmótans harumenninir eru vanir at gera, og í triðja holinum lá burturvilsta lambið. Sjálvur skrivar Jens Rói soleiðis um hendingina á Facebook:
- Á trøðni eru nakrar veitur sum renna undir jørð, og har nøkur fá hol í vøllinum eru niðurí, sí myndirnar. Hugsaði líka at gera eina seinastu roynd áðrenn myrkrið kom á. Og mín sann um ikki í tí triðja holinum jeg tók mynd niðurí, fann jeg sørinme lambið standandi fast í móru og ein heilan metur innundir bakkanum. Fram eftir rommum megnaði jeg við fingraspíssunum at fáa fatur á lambinum og bjargaði tí upp úr holuni og vissa deyðanum
Vit á Dimmalætting prátaðu við Jens Róa í morgun og sambært honum var lambið væl fyri í dag. Í samrøðuni legði hann aftrat, at um lambið klárar seg til í heyst, so skal tað setast við.