Jimi Hendrix hevði verið áttati í dag

Jimi Hendrix er ein tann mest týðandi gittarleikarin í søguni, tá talan er um tónleik. Hann varð føddur henda dagin tann 27. novembur í 1942.

Høgni Jógvansson
27. november 2022 kl. 12:30

Um Jimi Hendrix livdi í dag, hevði hann havt 80 ára føðingardag. Jimi Hendrix er ein av teimum heilt kendu tónleikanøvnunum, sum hava sett sín dám á tónleikaheimin í 20. øld. Rokkaralívið sigst at verða eitt hart lív við ovurnýtslu av rúsdrekka og rúsevnum, og Jimi Hendrix er einki undantak. Hann livdi eitt hart lív og varð eisini tikin av myndugleikunum fyri at hava heroin og hassj uppi á sær á einum flogvølli.

Tað harða lívið, ið Jim Hendrix livdi, hevði eisini avleiðingar við sær. Tann 18. septembur í 1970 andaðist Hendrix einans 27 ára gamal. Eftirfylgjandi varð Hendrix eisini settur í sama bás sum fleiri onnur víðagitin listafólk, nevniliga 27 Club. 27 Club finst so at siga bara á pappírinum, sum ígjøgnum fleiri áratíggju er vorðið til eitt kent fyribrigdi. Onnur kend nøvn á listanum eru millum annað Brian Jones, Janis Joplin, Jim Morrison, Kurt Cobain og í 2011 doyði Amy Winehouse eisini sum 27 ára gomul. 

Jimi Hendrix hevði ikki eina langa yrkisleið sum tónleikari, men sangirnir sum Purple HazeLittle Wing og All Along The Watchtower hava fingið nógva umtalu. Hendrix hevur vunnið fleiri virðislønir fyri síni verk.

Kenda blaðið Rolling Stone metti Jimi Hendrix at verða nummar eitt útav 100, av teimum bestu gittarleikarum sum hava verðið. Eisini endaðu tríggjar plátur hjá Hendrix á listanum 500 Greatest Albums of All Time.