Johan er á danska HM liðnum

Danska mansliðið í hondbólti fer í innleiðandi umfarinum at spæla á heimavølli í HM kappingini, sum verður í januar

Jonhard Hammer
18. desember 2024 kl. 12:25

Fyrrapartin boðaði landsliðsvenjarin Nikolaj Jacobsen frá, hvørjar 19 spælarar hann hevur úttikið at vera við í HM endaspælinum, sum verður í januar.

Millum spælararnar er føroyingurin Jóhan á Plógv Hansen, sum er annar av teimum á veinginum í høgru. Har er hann saman við Nicklas Kirkeløkke. Hans Lindberg, sum í mong ár hevur verið fastur fúsur á hesum plássinum, er givin í hondbólti á hægsta stigi, er ikki á listanum.

Tá ið Danmark í summar vann gull í OL endaspælinum í París, vóru bara 14 spælarar í hópinum, og tá var tað ikki pláss fyri Jóhan á Plógv Hansen.

Endaspælið verður eftir ársskiftið í Norra, Danmark og Kroatia. Danmark fer í innleiðandi umfarinum at spæla í Jyske Bank Boxen í Herning. Fyrsti dysturin hjá Jóhan á Plógv Hansen og liðfeløgunum verður 14. januar ímóti Algeria. Hini mótstøðuliðini hjá Danmark eru Tunesia og Italia.

Finalan í HM verður sunnudagin 2. februar í Oslo.

Málverjar:

Emil Nielsen, FC Barcelona
Kevin Møller, Flensburg-Handewitt

Vongspælarar:

Magnus Landin, THW Kiel
Emil Jakobsen, Flensburg-Handewitt
Nicklas Kirkeløkke, Flensburg-Handewitt
Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg-Handewitt

Strikuspælarar:

Magnus Saugstrup, SC Magdeburg
Lukas Jørgensen, Flensburg-Handewitt
Emil Bergholt, Skjern Håndbold
Simon Hald, Aalborg håndbold

Bakkar:

Simon Pytlick, Flensburg-Handewitt
Lasse Andersson, Füchse Berlin
Jacob Holm, Paris Saint-Germain
Mads Mensah, Flensburg-Handewitt
Thomas Arnoldsen, Aalborg Håndbold
Rasmus Lauge, Bjerringbro Silkeborg
Mathias Gidsel, Füchse Berlin
Henrik Møllgaard, Aalborg Håndbold
Emil Madsen, THW Kiel