Jóhan Marni Stenberg settur í starv sum varaskúlastjóri í Skúlanum á Fløtum

Tað verður Jóhan Marni Stenberg, ið verður nýggjur varaskúlastjóri í Skúlanum á Fløtum

Sigurjón Einarsson
5. mai 2022 kl. 16:50

Ein setanarnevnd hevur valt at seta Jóhan Marna Stenberg í starvið sum varaskúlastjóra í Skúlanum á Fløtum – við ábyrgd av sertilboðunum Lopfjølini og 4-10 ilboðnum, ið hoyrir til skúlan.

Tað stendur at lesa á heimasíðuni hjá Skúlanum á Fløtum.

Jóhan kemur úr einum starvi sum varaskúlastjóri í Sankta Frans skúla, har hann hevur verið varaskúlastjóri og hevur í tíðarskeiðum verið skúlastjóri síðan 2011.

– Eg eri fegin um at hava fingið starvið, og eg gleði meg at verða við til at mynda sertilboðini saman við starvsfólkunum har. Eg havi brent fyri næmingunum, ið so ella so ikki passa inn ella ikki fáa eina nøktandi skúlagongd, síðan eg byrjaði sum lærari og seinni sum leiðari. Mín kensla er at tilboðini í Skúlanum á Fløtum til hesar næmingar eru í serflokki. Foreldur, næmingar og starvsfólk eru glað fyri tilboðini, og tey hava gott orð á sær. Tann arvin vil eg fegin bera víðari, sigur Jóhan við heimasíðuna.

– Vit ynskja Jóhan vælkomnum og eru glað fyri at kunna styrkja okkara leiðslutoymi og sertilboðini við einum dugnaligum og arbeiðssomum starvsfelaga, sigur Regin Marnersson, skúlastjóri í Skúlanum á Fløtum.

12 umsøkjarar vóru til starvið sum varaskúlastjóri. Sjey kvinnur og fimm menn.

Jóhan Marni Stenberg byrjar í starvinum tann 1. august.

Kelda: Skúlin á Fløtum