

Í dag verður punktum sett fyri HM endaspælið í hondbólti. Tríggjar tær seinastu vikurnar hevur verið spælt í Kroatia, Danmark og Norra. Í dag eru tveir teir síðstu dystirnir í Oslo.
Klokkan 14 varð farið undir bronsudystin, ið er millum Frakland og Portugal, sum ongantíð hevur vunnið heiðursmerki í stórum endaspæli, og klokkan 17 verður finalan millum Danmark og Kroatia.
Felags fyri Danmark og Kroatia er, at hetta eru heilt stórar hondbóltstjóðir, og at áhugin fyri finaluni er heilt stórur.
Bæði danir og kroatar eru í stórum tali í Oslo, har tað er lagt upp til rættiligan finaluhýr.
Danmark vann HM finaluna í 2019 og aftur í 2021 og 2023. Tað er ongantíð komið fyri, at eitt lið hevur vunnu HM fýra ferðir á rað, og tí er møguleiki fyri, at Danmark í dag fer at seta nýtt heimsmet.
Fimm spælarar hjá Danmark, sum saman við venjaranum hava verið við til at vinna tríggjar HM finalur á rað, eru í hópinum, sum nú fyrireikar seg til finaluna.
Venjarin er Nikolaj Jacobsen, og spælararnir eru Mads Mensah, Magnus Landin, Simon Hald, Henrik Mølgaard og Jóhan á Plógv Hansen.
Í hondbóltsheiminum verður Danmark roknað at vera stórfavorittur at endurvinna HM heitið. Tað man vera sjáldan um nakrantíð, at eitt lið hevur verið mett at vera so stórur favorittur, sum Danmark verður roknað at vera í dag.
Eitt er, at danska liðið í HM endaspælinum hevur vísti so hugflogsríkt og undirhaldandi avrik, sum ikki er sæð áður, og annað er, at kroatarnir tykjast at vera rættiliga troyttir og darvaðir av, at fleiri spælarar dragast við skaðar.