Jóhan var við til at skriva hondbóltssøgu

Fyri fyrstu ferð yvirhøvur er eitt manslandslið í hondbólti heimsmeistari fyri fjórðu ferð á rað

Jonhard Hammer
2. februar 2025 kl. 19:30

Danmark skrivaði altjóða hondbóltssøgu í Oslo í kvøld. Danska mandslandsliðið vann HM finaluna ímóti Kroatia 32-26 eftir hálvleiksstøðuna 16-12.

Sigurin var øgiliga sannførandi, tí fyrstu løtuna eftir steðgin økti Danmark um munin til átta mál.

Danska liðið var ósigrað í kappingini, og í kvøld megnaðu danir væl og virðiliga tað, sum tað undan finaluni varð roknað við.

Føroyski Jóhan á Plógv Hansen skoraði í seinna hálvleiki trý mál. Í fyrra hálvleiki misnýtti hann einasta møguleikan, sum hann hevði. Jóhan á Plógv Hansen er ein av fimm spælarum á danska liðnum, sum síðani 2019 hevur verið við til at vinna fýra HM heiti á rað.

Eftir finaluna var All Star liðið kosið.

Tað sær soleiðis út:

  • Málverji: Emil Nielsen

  • Vinstri vongur: Dylan Nahi

  • Venstri bakkur: Simon Pytlick

  • Spælskipari: Martim Costa

  • Høgri bakkur: Ivan Martinovic

  • Høgri vongur: Mario Sostaric

  • Strikuspælari: Victor Iturriza

  • MVP: Mathias Gidsel

  • Besti ungi spælarin: Francisco Costa