Johild byrjaði í starvi sum dagrøktari í Nes kommunu í 1998.
Nes kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at hon røkti ábyrgdarfult og trúliga hetta starv til 2014, tá ið hon fór at nema sær víðari útbúgivng innan námsfrøðiliga yrkið.
Í 2016 varð Johild Túgvustein sett sum námsfrøðilgur atstøðingur í Barnagarðinum á Svangaskarði.
- Við sínum drúgvu royndum og fakligu barlast hevur Johild Túgvustein verið ein fongur fyri Barnagarðin á Svangaskarði, segði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, fyrrapartin í dag, tá ið hann, vegna bygdaráðið í Nes kommunu, takkaði henni fyri trúgva og drúgva tænastu.
- Tað hevur alstóran týdning fyri kommununa at hava dugnalig og trúføst starvsfólk, segði borgarstjórin.
Síðani handaði borgarstjórin Johild Túgvusteini gávu og blómur og ynskti hann henni framhaldandi blíðan byr.
Kelda: Nes kommuna