Pætur M. Dahl: - John Dillermand er ein nýmótans Emil úr Lønnebergi

Danska barnateknirøðin um John, sum hevur heimsins longsta pissiling, hevur elvt til nógv kjak í Danmark. Men sendingin, sum DR hevur gjørt og sum sæst í Føroyum á Ramasjang, er eingin trupulleiki, heldur Pætur Marjunarson Dahl, filosoff og filmsframleiðari, við tí fyrivarni, at foreldur altíð kanna hvat teirra børn hyggja eftir.

Ari av Rana
8. januar 2021 kl. 17:02

John stendur í havanum. Hann elskar grillpyslur og roynir tí at fáa gongd í grillina. Men John dámar einki eld og tílíkt og fær tí heldur ikki eld í grillina. Pissilingurin visti júst hvat skuldi gerast og stoytur nokk av tendringsvesku, hóast John biður pissilingin um at lata verða, tí at tað máttu teir ikki. Men hvat skal pissilingurin annars gera? Teir skuldu jú hava eld í.

Júst sum pissilingurin skal seta eld á, kemur omman út og rópar, at hatta má John ikki gera. Tað er vandamikið. Men ov seint er, pissilingurin setur eld á og ein stór spreinging er, eldur kemur í pissilingin og pissilingurin skundar sær at sløkkja eldin í saftini, sum John skuldi hava afturvið pylsunum. “Ikki niður í saftina”, rópar omman og so var John í trupulleikum. “Men tað var pissilingurin sum gjørdi tað”, sigur John.

Hevur elvt til nógv kjak

Soleiðis byrjar barnateknirøðin um John Dillermand. John er ein vanligur smádrongur (hóast hann sær út sum ein vaksin maður) og so hevur hann heimsins longsta pissiling. Men pisslingurin hevur sín egna vilja. Hann ger ikki altíð sum John vil.

Barnateknirøðin um John Dillermand hevur elvt til nógv kjak í Danmark og kjakið er so smátt byrjað í Føroyum. Er tað rætt at senda eina teknirøð um John og hansara hvítt/reytt stríputa pissling í barnasjónvarpi? Les meira her.

Ein barnasending um at taka ábyrgd av sínum gerðum

- John Dillermand er ein nýmótanss forteljing av Emil úr Lønnebergi.

Tað sigur Pætur Marjunarson Dahl, sum er filosoff og filmsframleiðari. Eins og Emil fer John út í dagligdagin og kemur í trupulleikar. Og tá hann so er komin í trupulleikar, má hann taka ábyrgd, eins og Emil, heldur Pætur M. Dahl. John og Emil eru eisini líka í, at teir gjarna vilja rætta støðurnar teir eru í, men at teir ikki síggja tann stóra samanhangin. Tí kemur tað ofta afturum brekku.

Tá John Dillermand er komin í trupulleikar, tekur hann ábyrgd av sínum gerðum og veksur og mennist sum menniskja. Og tað er júst tað børn eiga at læra, sigur Pætur M. Dahl. John Dillermand fær eisini í heilum at vita, at hann skal taka ábyrgd: “Så John, sigur omman. Du er John Dillermand, du skal tage ansvar for din diller”.

Pætur vísir á at børn kunnu læra av John, at tað er í lagi at verða øðrvísi. At tínir vansar kunnu verða ein fyrimunur.

- John er ein øðrvísi superhetja. “Dillarin” kann gera alt, men hann má læra at stýra honum, sigur Pætur M. Dahl.

Og tað er júst tað, sum vit læra frá superhetjufilmum. Frá Spider-Man teknirøðini kenna vit orðini “With great power comes great responsibility”. Frá John Dillermand læra vit, at vit mugu taka ábyrgd fyri okkara gerðum.

John Dillermand er hóskandi sum barnasjónvarp

Pætur púra greitt, at hetta er hansara egna meting og nakað hann viðmælir út frá teimum fortreytum hann hevur. Men tað er sera týdningarmikið, at foreldur altíð hyggja sjálvi og meta um tað er nakað, sum børn teirra tola at síggja.

Sjálvur er hann ikki í iva um at hetta er hóskandi sum barnasjónvarp. Hann heldur, at um hetta ikki er hóskandi sum barnasjónvarp, so er nógv annað, sum skal endurskoðast. Hyggja vit eitt nú eftir ævintýrum, sum lesa við um morð, neyðtøku og tvingsilsflutning. Í so máta er John Dillermand einki verri.

- Vit skulu eisini hugsa um at langi pissilingurin bara er ein søguforteljing. Tað kundi tað sama handla um John og hansara hatt ella parykk, sum førdi hann í trupulleikar.

Sambært Pæturi M. Dahl, so skulu vit ikki síggja pissilingin sum eitt kynsgarn. Heldur er tað myndamál fyri driftirnar, skapanargleðina og lívsgleðina hjá John Dillermand.

Sendingin er eisini so væl fortald við einum morali, at tað ikki er ein trupulleiki, at tað handlar um pissilingin. Um tað var onkur annar, sum ikki var líka førur fyri at skapa hesa forteljingina, so kundi tað skjótt blivið grovt. Men hetta er væl gjørt, sigur Pætur M. Dahl.

Børnini hugsa ikki um at talan er um ein pissiling

Stórt kjak hevur tikið seg upp í Danmark, um hetta er passandi at vísa børnum. Men Pætur M. Dahl heldur ikki, at børnini hugsa um, at talan er um ein veruligan pissiling. Heldur síggja tey tað sum eina slangu, sum kann alt møguligt. Hon kann skjóta við byrsu og seta eld á ymiskt og ganga túr við hundum.

Av tí sama heldur Pætur M. Dahl ikki at tað er grundarlag fyri at steðga teknirøðini. Og samanbera vit við aðrar teknirøðir, so hevur hetta lítið uppá seg.

- Hetta skal fyri alt í verðini ikki bannast. Vit kunnu t.d. hyggja eftir Tom og Jerry og fleiri ævintýr og síggja hvussu ekstrem tey eru.

Pætur M. Dahl vísir eisini á, at tað at sendingin er gjørd sum Stop Motion og leikutoy eisini byggir undir forteljingina. Hetta hjálpir eisini børnunum at skilja, at John Dillermand ikki er ein veruligur maður.

- Tað estetiska skal fylgja við forteljingini. Hevði tú gjørt teknirøðina flotta og realistiska, so hevði tað oyðilagt forteljingina, sigur Pætur M. Dahl at enda.