Jólagávur til øll

Mangla tit eina jólagávu ella hava tit hug at geva eina, so ber til at gera hetta gjøgnum Facebook-vangamyndina, ið nevnist Jóla Nissan

Sigurjón Einarsson
22. oktober 2021 kl. 09:53

Á Facebook finst ein vangi, ið nevnir seg Jóla Nissan. Tað er ein Facebook-síða, ið er gjørdur, so at børn, sum av einari ella aðrari orsøk kundu fingið gleði av eini eyka jólagávu.

Veitst tú um okkurt barn, sum av onkrari orsøk kundi fingið gleði av einari eyka jólagávu? So ber til at senda Jóla Nissuni á Facebook eini boð.

Og kundi tú hugsað tær at lagið eina jólagávu, so ert tú eisini vælkomin at senda Jóla Nissuni á Facebook eini boð, skrivar Jóla Nissan.

Jóla Nissan sigur, at hon ætlar at byrja tíðliga í ár, og hevur í hesum sambandi skrivað hesi boðini á sínum Facebook-vanga:

“Hey tit

Nú var eg aftur, og eg byrji tíðliga í ár.

Veitst tú um okkurt barn, sum av onkrari orsøk kundi fingið gleði av einari eyka jólagávu? Les so víðari.

Undanfarnu árini hava tað verið so nógv sum hava skrivað, bæði tey, sum ynskja at fáa eina jólagávu, men eisini tey, ið ynskja at lata gávur, og tað er heilt fantastiskt!

Men tað kann eisini vera eitt sindur ringt at halda skil á øllum boðunum, tí hugsi eg at fyriskipa tað eitt sindur betur í ár.

So frá dags dato og fram til 21 november, kunnu øll tey, ið ynskja sær eina gávu, senda mær eini boð.

Eftir 21 november, kunnu tey, sum ynskja at lata/geva eina gávu, so senda mær eini boð.

Upp á henda mátan, so verður tað eitt sindur lættari at halda skil á tí heila.

Tað fer fram upp á sama máta sum undanfarin ár:

Tann, ið fær pakkan, fær navnið á tí, sum gevur pakkan, og so ber til at seta seg í samband við tann, sum gevur pakkan – ella fáa onkran annan at gera tað, so tit saman finna útav, hvussu pakkin kemur fram til rætta viðkomandi.

Hetta verður gjørt, tí at eg tíverri ikki fái koyrt pakkar út kring alt Føroyar sjálv.

Tit eru vælkomin at deila hetta, so øll fáa við, at vit byrja tíðliga í ár.

Vit hoyrast! 🎅🏼❤️”