Jólatrø verða tendrað í Eysturkommunu

Eysturkommuna hevur tvey jólatrø, sum verða tendrað í vikuni. Eitt við Gøtugjógv og hitt í Leirvík. Millum annað verða røður og sangir at hoyra.

Mynd: www.eysturkommuna.fo
Høgni Jógvansson
27. november 2022 kl. 13:50

Týsdagin tann 29. novembur kl. 19:00 verður jólatræið við Gøtugjógv tendrað, og jólatræið í Leirvík verður tendrað mikudagin tann 30. novembur kl.19:00. Til bæði haldini vitja jólamenn, og jólabollar og kakao verða at fáa eftir haldið. 

Tað er skótaliðið Leirvíks Páll, ið stendur fyri at tendra jólatrøini í Eysturkommunu. Helma Maria Tróndheim er bólkaleiðari, og hon sigur soleiðis í viðmerking til Dimmu: 

-Uppmøtingin plagar at verða stak góð, eini 600 fólk plaga at vera til bæði haldini. 

Nógvar siðvenjur knýta seg at jólahaldunum í Eysturkommunu, greiðir Helma Maria frá: 

-Skótarnir hava, sum vanligt er, kyndlar á staðnum, og brandbilur kemur við jólamonnunum. Tað er tann yngsti úlvin í bygdini, sum sleppur at tendra jólatræið.

Við Gøtugjógv flytur Brandur Jacobsen fram røðu, og Eystanljóð syngur. Í Leirvík flytur Helena Kannuberg fram røðu, og Gøtu kirkju ungdómskór syngur.