Jón hevur sín seinasta arbeiðsdag á Prentmiðstøðini

Seinastu bløðini verða nú prentað á Prentmiðstøðini. Eftir ólavsøku verða føroysku bløðini ikki longur prentað á Prentmiðstøðini, har millum annað Jón Johannesen hevur sín seinasta arbeiðsdag, nú felagið gevst við sínum virksemi

Regin Winther Poulsen og Sigurjón Einarsson
22. juli 2021 kl. 16:44

Í dag er ein sorgblíður dagur á Prentmiðstøðini, tí hetta er seinasti arbeiðsdagurin fyri mong, ið hava havt sítt yrki í hesi serligu vinnu. Eftir ólavsøku verða føroysku bløðini ikki prentað í Føroyum longur, eftir at Prentmiðstøðin hevur boðað frá, at felagið steðgar virkseminum.

Í samfull 21 ár hevur Jón Johannesen úr Havn havt sína arbeiðsgongd á Prentmiðstøðini. Uppgávan hjá Jón, sum er 56 ára gamal, hevur verið at pakkað bløðini og annað handaligt, tungt arbeiði. Honum hevur altíð dámt tað. Men tá vikan er úti verður øðrvísi.

Prentmiðstøðin hevur boðað frá, at hon eftir hesa vikuna steingir hurðina. Virksemið gevur undirskot, og tað er ynskiligt at steingja, meðan felagið framvegis er ført fyri at røkja allar sínar fíggjarligu skyldur og gjalda teimum, ið skulu gjaldast.

- Tað er syrgiligt. Tað eru bara minnini, sum eru eftir, sigur Jón, sum minnist aftur á eina tíð, tá nógv fleiri fólk arbeiddu í fakinum.

Men umframt at Jón og restin av arbeiðsfólkinum nú skulu finna sær okkurt annað at gera, so skulu føroysku bløðini nú eisini útum landoddarnar at prenta síni bløð. Tí við Prentmiðstøðini, verða seinastu avísprentararnir í landinum nú eisini sløktir, og við henni eisini tann vitanin, sum arbeiðsfólkið í hesi serligu vinnu hevur.

Hetta er tað einasta arbeiðið, sum Jón Johannesen kennir til. Áðrenn tað, arbeiddi hann í sama fakinum hjá Dimmalætting, sum tá prentaði síni egnu bløð. Hann er keddur um, at gamla og siðbundna yrkið at prenta avísir, nú dettur niðurfyri. Men hann er eisini spentur upp á, hvørjar dyr nú fara at lata seg upp.

- Soleiðis er lívið. Ting lukka, tí tað manglar pengar, sigur Jón. Og tað kann verða at arbeiðsdagurin hjá honum kortini ikki verður kollveltur, tí kanska heldur hann fram innan somu vinnu og flytur niðan í Føroya Prent, har alskyns bøkur, bóklingar, og annað verður prentað.

- Tað er møguligt, at eg fari yvir til Føroya Prent, men júst nú handlar tað um at fáa tað seinasta av hondini her, tí hóast hetta er seinast prent, so skal tað gerast ordiligt, sigur Jón avgjørdur.

Ólavur Frederiksen hevur arbeitt á Prentmiðstøðini í trý og eitt hálvt ár. Áðrenn tað, arbeiddi hann á Einars Prent, har hann varð útlærdur í 2002.  Hann heldur tað vera keðiligt, at føroyingar ikki kunnu prenta síni egnu bløð meira.

- Tað er vánaligt av okkum í Føroyum, at vit ikki kunnu prenta okkara egnu bløð, sigur Ólavur, sum vísir á, at føroyingar hava prentað bløð í meira enn 100 ár.

Ólavur Frederiksen er, eins og Jón, keddur um, at gamla og siðbundna yrkið at prenta avísir, nú verður søga.

- At vera komin her til og hava alla tøknina, men ikki at kunna prenta tað, og so skula flúgva øll bløðini heim úr Danmark er spell, sigur Ólavur, sum tó leggur afturat, at dagurin helst verður lættari, nú hann gevst sum prentari. Tí lívið sum prentari er hart.

- Tað er við fullari ferð, tá bløðini skulu prentast til deadline. Tá má onki ganga galið, men tað ger tað ofta alíkavæl, sigur hann.

Tað er í høvuðsheitum bløðini hjá Sosialinum, Norðlýsinum og Dimmalætting, ið Prentmiðstøðin hevur prentað.