Jónas og Magnus vunnu sannførandi í Reykjavík

Altjóða góðkenda kappingin RSL Iceland International verður leikt í hesum døgum

(Mynd: Badmintonsamband Føroya)
Ragnar Sjúrðarson
27. januar 2023 kl. 09:11

Orsakað av covid hava føroyingar verið forðaðir fyri luttøku farnu tvey árini í RSL Iceland International. Í gjár kundu føroyskir landsliðsleikarar endiliga aftur at royna seg í altjóða góðkendu kappingini.

Átta føroyskir leikarar úr bruttolandsliðshópinum luttaka í kappingini saman við 283 øðrum leikarum úr 40 londum.

Kappingin varð skotin í gongd í gjár. Serliga gjørdu Jónas Djurhuus og Magnus Dal-Christiansen vart við seg.Teir vunnu sínar tveir innleiðandi dystir í tvímansleiki og eru sostatt víðari í kappingini.

Fyrri dysturin varð leiktur í móti einum íslendskum pari og har vunnu føroyingarnir í tveimum settum 21-9 og 21-15. Í seinna dystinum vunnu Jónas og Magnus í tveimum settum 21-15 og 21-15 á einum øðrum íslendskum pari.

Teir skulu í kvøld, fríggjadagin 27. januar, møta einum pari úr Estlandi.