Justin Trudeau fer frá sum formaður í Tí Liberala Flokkinum, og tá nýggjur formaður kemur til, takkar hann eisini fyri seg sum forsætisráðharri.
Tað upplýsir hann á tíðindafundi í Ottawa.
Trudeau hevur biðið kanadiska ríkisumboðsmannin senda Tingið í feriu til tann 24. Mars. Hetta skal geva flokkinum stundir at finna nýggjan formann.
Trudeau hevur verður forsætisráðharri í Kanada síðan 2015. Kanadiska Kringvarpið skrivar, at hann í longri tíð hevur verið trýstur bæði av floksfeløgum og av vánaligum veljarakanningum.
Á tíðindafundinum lýsti Justin Trudeau seg sum ein stríðsmann.
- Eg havi kempað fyri Kanada og landsins fólki og fyri at styrkja og økja um miðalklassan, segði hann.
Har verður val í Kanada í oktober.