Ongi úrslit

Juventus váttar: Pogba hevur testað positivt fyri doping

Italskir miðlar hava gravað kunning fram um, at Paul Pogba hevur testað positivt fyri testosteron

Ragnar Sjúrðarson
12. sepember 2023 kl. 10:00

Franska stjørnan hevur havt testosteron í blóðinum, ið er á alheims antidoping listanum fyri ólólig rúsevni.

Tað váttar umboðstovnurin fyri antidoping í Italia sambært Reuters og ítróttarmiðlinum La Gazzetta dello Sport í gjárskvøldið.

Eisini Juventus, sum er felagið hjá Paul Pogba, hevur váttað, at umboðstovnurin fyri antidoping í Italia hevur leikbannað Pogba. 

Vanliga mannagongdin er, at umboðstovnurin fyri antidoping nú fremur tí sonevndu B-kanningina. Er hon eisini positiv, bíðar ein revsing.

Franskmaðurin kann blíva leikbannaður upp til fýra ár.

Paul Pogba bleiv sambært miðlunum biðin um at gera eina dopingkanning eftir fyrsta dystin hjá Juventus í hesum kappingarárinum, sum varð leikur tann 20. August.

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Hann stúrir fyri gongdini við útlendingum í Føroyum - nú skulu tøl á borðið

21. januar kl. 08:51

Debatindlæg: Svar til Sjúrður Skaale

Í gjár kl. 22:00

Montenegro tímdi ikki at spæla

20. januar kl. 18:44

Tað er óneyðugt at fara uttanlands fyri at uppliva muslimskan ágang

16 tímar síðan

Dekkar KvF yvir fólkadráp?

24. januar kl. 09:34

Sleppa ikki suður í kvøld

22. januar kl. 18:15