Kaj Leo Holm Johannesen: Pengar skulu setast av á fíggjalógini í 2022 til eina psykiatriska skaðastovu

Vit hava onga psykiatriska skađastovu, sum ein kann venda sær til, um sálarligir trupulleikar, sum krevja bráðfeingishjálp, stinga seg upp. Hetta ætlar landstýrismađurin i heilsumálmum at broyta

Katrin Joensen-Næs
9. mai 2021 kl. 15:30

Sum er, ber ikki til at fáá bráðfeingishjálp, um ein í familjuni til dømis fær psykosu á miðjari nátt, sum krevur bráðfeingisviðgerð. Familjan má sjálv taka sær av hesum. 

Annika Helgadóttir Davidsen er forkvinna í felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar, og hon harmast um støðuna.

-        Hóast man altíð vil hjálpa teimum, sum man er góður við, so kunnu tær akuttu støðurnar gerast so ringar, at ábyrgdin hjá familjuni verður alt ov stór. Tað eru eisini summi, sum ikki hava nakran at ringja til, tá á stendur, greiðir Annika frá.

Heilsumálaráðið hevur nú stovnað ein arbeiðisbólk, sum arbeiðir við, hvussu ein psykiatrisk skaðastova kann setast á stovn í Føroyum, og  heilsumálaráðharrin er bjartskygdur. 

-        Eg ætli at fáa pengar settar av á fíggjarlógini í 2022 til eina psykiatriska skaðastovu, greiðir Kaj Leo Holm Johannesen, landstýrismađur i heilsumálum, frá.

Soleiðis virkar ein psykiatrisk skaðastova

Í Danmark ber til at venda sær til eina psykiatriska skaðastovu, um ein er í bráðfeingis kreppu, tí man júst hevur veriđ fyri eina ógvusliga hending. Man kann eisini venda sær, um man fær ringar sjálvmorðstankar ella fær eina psykosu ella abstinensir, sum krevja bráðfeingisviðgerð. Tað ber eisini til at venda sær, um man hevur eina sálarsjúku, sum knappliga versnar.

Tey avvarðandi kunnu eisini venda sær til eina psykiatriska skaðastovu og fáa ráð og vegleiðing til, hvussu man ger, tá ein avvarđandi hevur sálarligar trupulleika ella eina sálarsjúku.

Í Danmark er psykiatriska skaðastovan opin alt samdøgriđ. Um ein hevur tørv á hjálp, so ringir man til skađastovuna, og mannagongdin er tann sama, sum tá tađ snýr seg um likamligar sjúkur.

Tað er tørvur á

Kaj Leo Holm Johannesen harmast um støðuna.

-        Tað er alt for galið, at vit ikki hava eina psykiatriska skaðastovu, staðfestir Kaj Leo.

Fleiri felagsskapir hava gjørt vart við tørvin á einari psykiatriska skaðastovu í fleiri ár, millum annað Sinnisbati.

Annika Helgadóttir Davidsen er eisini samd í, at har er ein tørvur.

-        Eg hoyri frá klientum, at onkur hevur havt tørv á bráðfeingishjálp, tað kann vera orsaka av sjálvmorðstonkum, og hesi hava vent sær til psykiatriina, men eru vend í hurðini, greiðir Annika frá.

Barnabati veit eisini, at vit hava ein trupulleika í Føroyum. Tey skipa fyri Tú og Eg Ráðgevingin, sum er ein dulnevnd telefonráðgeving. Tey greiða frá, at tað meira enn so kemur fyri, at ung ringja til, tí tey hava truplar sjálvmorðstankar.