Kaj Leo avloysir Jóannes Bjartalíð

Jóannes Bjartalíð verður ikki við í føroyska hópinum, sum sunnudagin 13. november setir kós móti Kekkia, har A-landsliðið við monnum skal spæla fyrra av tveimum venjingardystum, ið eru á skránni í november mánað

(Mynd: Hans Erik Danielsen)
Kristian Waag Dam
6. november 2022 kl. 10:17

Jóannes Bjartalíð verður ikki við í føroyska hópinum, sum sunnudagin 13. november setir kós móti Kekkia, har A-landsliðið við monnum skal spæla fyrra av tveimum venjingardystum, ið eru á skránni í november mánað.

Orsøkin er ein brotin stóratá, og boðini frá læknanum eru, at Jóannes Bjartalíð skal binda frið næstu fýra vikurnar, og hann er tískil ikki tøkur til landsliðsfótbólt hesaferð.

Í staðin hevur føroyski landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, sent boð eftir Kaj Leo í Bartalsstovu, sum spælir fyri ÍA Akranes í Íslandi.

Og tað var ein fegin gøtumaður í Íslandi, tá hann umsíðir aftur varð boðsendur til føroyska A-landsliðið.

– Landsliðið hevur altíð verið nakað heilt serligt at spælt fyri. Steðgurin hesaferð gjørdist heldur drúgvur, men eg gleði meg til dystirnar, og vónandi fái eg eisini nakrar minuttir á vøllinum, sigur Kaj Leo í Bartalsstovu við heimasíðuna hjá Fótbóltssamband Føroya.

31 ára gamli Kaj Leo í Bartalsstovu er skrásettur fyri 27 A-landsdystir og eitt mál fyri Føroyar.

Mikudagin 16. november spæla Kekkia og Føroyar í Ololouc, og tríggjar dagar seinni, leygardagin 19. november møtast Kosovo og Føroyar í Pristina.

Kelda: Hans Erik Danielsen - Fótbóltssamband Føroya