Kann verða ein sera álvarslig sjúka hjá pinkubørnum

Nú fáa allar barnakonur tilboð um at verða koppsettar fyri kighosta - og tað er ókeypis

Áki Bertholdsen
11. september 2023 kl. 11:30

– Kikhosti kann verða ein álvarsom - og lívshóttandi sjúka - hjá pinkubørnum, serliga áðrenn tey eru nóg gomul til at tey sjálvi kunnu verða koppsett fyri kikhosta. 

Tað staðfestir Lars Fodgaard Møller, landslækni. Men hann sigur eisini at verða barnakonur hinvegin koppsettar, verjir tað pinkubarnið móti kikhosta teir fyrstu mánaðirnar. 

Tí verður nú mælt til, at barnakonur verða koppsettar í 3. trimestri, frá 28. viku og til eina viku áðrenn tær eru settar at eiga. Eftir hetta er ikki væntandi at barnið verður vart móti kikhosta. Samstundis verður mælt til, at barnakonur verða koppsettar, hvørja ferð tær eru við barn og tað hevur stóran týdning, at hesar tíðirnar verða hildnar.

Landslæknin sigur, at í summar vaks talið á tilburðum av kikhosta í Danmark, so at tað vóru fýra ferðir so nógvir tilburðir sum vanligt. 

Statens Serum Institut kallar hetta eina farsótt. Í Føroyum hava vit ikki sæð nakra øking enn, men væntandi fara vit at síggja sama mynstrið í Føroyum, sigur landslæknin.

Kikhosti kann verða ein álvarsom og lívshóttandi sjúka hjá pinkubørnum, serliga áðrenn tey eru nóg gomul til at tey sjálvi kunnu verða koppsett fyri kikhosta.  Verða barnakonur hinvegin koppsettar, verjir tað pinkubarnið ímóti kikhosta teir fyrstu mánaðirnar. 

Barnakonur kunnu verða koppsettar hjá kommunulæknanum í sambandi við tær vanligu barnakonukanningarnar. Tað er ókeypis fyri barnakonur at blíva koppsettar móti kikhosta. 

– Koppsetingin verjir nýfødda barnið, til barnið kann fáa sína fyrstu koppseting, tá tað er tríggjar mánaðir gamalt. 

Tá mamman verður koppsett, fara andevnini frá mammunu til barnið gjøgnum móðurkakuna og verjir tað væl móti kikhosta. 

– Samstundis er mamman sjálv eisini vard móti at fáa kikhosta, ímeðan barnið er so lítið. Tað er ikki ráðiligt at koppseta barnið, fyrr enn tað er 3 mánaðir gamalt, sigur landslæknin. Men at verða koppsettur áðrenn ein verður smittaður er besti mátin at fyribyrgja kikhosta.

– Tað er væl og virðiliga skjalprógvað, at koppsetingin er trygg fyri bæði barnakonur og fostur, staðfestir landslæknin. 

– Harumframt eru hollar royndir við at koppseta barnakonur móti kikhosta, bæði í Føroyum, Danmark og í útlondum. 

Tey vanligastu hjáárinini í samband við koppseting fyri kikhosta, eru mild og tey vara stutt. Talan kann vera um høvuðpínu, at barnakonan verður illa tilpass, umframt at tað pínur har sproytað veðrur, og tað kann verða reytt rundan um prikið.

– Vandin fyri at fáa álvarsom hjáárin er sera lítil. 

Landslæknin leggur dent á, at hóast mamman verður koppsett fyri kikhosta undir viðgongutíðini, skal barnið framvegis koppsetast fyri kikhosta. Barnið verður koppsett fyrstu ferð fyri kikhosta, tá tað er tríggjar mánaðir gamalt og so aftur tá ið tað er fimm mánaðir og einaferð afturat tá ið tað er ársgamalt. 

– Tað hevur stóran týdning at barnið verður koppsett tá ið stað eigur at verða koppsett, so at tað er so væl vart sum gjørligt móti kikhosta, sigur landslæknin.