Kannaðu ferðsluna við skúlar

Løgreglan hevur kannað ferðsluna við skúlar á Eysturoynni. Sambært vakthavandi, so fingu fleiri bilførarar, sum koyrdu børnini í skúla klipp í koyrikorti, tí øll ikki vóru bundin í bilinum

Kristian Waag Dam
20. september 2022 kl. 08:54

Tað hevur verið ein friðarligur dagur sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn í morgun. Tó hava tað verið ymiskar smáar fráboðanir, millum annað bilførarar, ið hava rent á onkran seyð.

Gjáramorgunin kannaði løgreglan ferðsluna við skúlar á Eysturoynni. Sambært vakthavandi, so fingu fleiri bilførarar, sum koyrdu børnini í skúla klipp í koyrikorti, tí øll ikki vóru bundin í bilinum. Ein bilførari fekk enntá tvey klipp fyri ikki at hava hesi trygdarviðurskiftið uppá pláss. Tað er soleiðis sum tað plagar at vera úti á skúlunum, sambært vakthavandi.