Kannaðu nógvar bilar – ein bilførari skuldsettur

Í nátt gjørdi løgreglan nógv burtur úr at kanna ferðsluna

Áki Bertholdsen
27. august 2023 kl. 09:30

Stórur tónleikafestivalur var á Viðareiði í gjár og í nátt og tað høvi brúkti løgreglan til at gera nógv burtur úr at kanna ferðsluna har um vegir. 

Nógvir bilførarir vórðu kannaðir, men teir vóru allir edrúir. 

Men tað var ein bilførari, sum varð steðgaður nakað uttan fyri Havnina, ikki. Tá ið hann varð kannaður, vísti tað seg, at hann var ávirkaður av rúsevnum, so tað er hann skuldsettur fyri.

Tað vísti seg, at hann hevði eisini ein lítlan mola av hassji uppi á sær, og tað fær hann so eisini eina bót fyri.